Í 2026 verður nýggja turrdokkin á Skála tikin í nýtslu, og fer hetta at kollvelta sjóvinnu Føroya. Nú kunnu nógv størri koma á dokk í Føroyum og nýtast tí ikki longur at fara av landinum til klassingar ella umvælingar.
Hetta ger, at skipini sleppa enn skjótari aftur til verka.
B: 150m, W: 33m, D: 11,5m
400 dugnaligir handverkarar
2 skipasmiður
1 turrdokk á 115 metrar
Nýggj turrdokk tøk í oktober 2026
Øki á 75.000 m2
3 bedingar
Umvælingarhallir
Vøruhús og handlar

Við nýggju dokkini á Skála kann MEST átaka sær nógvar størri verkætlanir, og kann bjóða fram tænastur, sum als ikki eru hugsandi í dag. Nú gerst MEST eitt veruligt alternativ hjá størru skipunum, sum virka í norðuratlantshavinum. Hjá íslendsku og grønlendsku skipunum er tað nógv skjótari at sigla til Føroya, enn at sigla allan vegin heim, tá okkurt er áfatt. Hetta tryggjar, at hesi skipini sleppa skjótari aftur til fiskiskap.