Ongi úrslit

Nýggj útbúgvingarskipan má til!

Nýskipan má til av útbúgvingum innan røkt, stuðul og umsorgan.

Hans Kári Hansen, valevni fyri Sambandsflokkin
5 tímar síðan

Vit hoyra javnan um mangul uppá fakfólk innan innan røkt, stuðul og umsorgan í Føroyum. Tí muga NÝSKIPANIR til fyri at fáa fleiri at útbúgva seg.

Fólk, ið ynskja at gerast námsfrøðihjálpari, heilsuhjápari og heilsurøktari. Tey eiga at kunna taka sína útbúgving, uttan at skula av flyta av meginøkinum. Skúlagongdin má verða so, at man kann ferðast til og frá, uttan at skula flyta til Suðuroyar. Antin tað, ella má tað kunna bera til at taka størsta partin av útbúgvingunum sum fjarlestur. 

Sum dømi geva hesar útbúgvingar í Danmark atgongd at lesa víðari til náms- og sjúkrarøktarfrøði. Og av tí, at tú hevur hesar førleikar, so kann tú fáa styttri lestrar tíð. Veruligar arbeiðsroyndir skulu vekta eins nógv sum bóklig vitan. Men her í Føroyum hava vit uppbygt okkara skipan, so røktara- og hjálparaútbúgvingar ikki geva atgongd til víðari lesnað.

Eg kann samanlíkna tað við egna útbúgving sum maskinmeistari. Tað vildi aldrin givið meining at útbúgva maskinmeistarar til bachelor, bara tí at nøkur fá ynskja at lesa víðari til t.d. verkfrøði? Skal man virða bóklig prógv hægri enn eina hondverksútbúgving? Eg haldi ikki.

Tann danska skipanin er professionsbachelor, ið tekur styttri tíð, og skiftur nógv meira millum teori og praksis. Meðan vit í Føroyum hava bachelor uppá 4 ár, har tey lesandi eru styttri í praktikk tíð. Tað vil siga færri arbeiðsroyndir, har tað veruliga handverkið skal lærast.

Alt hettar ger, at fólk, sum kundu tikið sína útbúgving í Føroyum, velja at flyta uttanlands fyri at lesa. Tey taka heilar familjur við sær, og tað er sera óheppið fyri okkara land. 

Tað má kunna loysast soleiðis, at vit fáa fleiri at útbúgva seg, og fáa skapt eina meira smidliga skipan. Tí hettar eru somu útbúgvingar, til sama arbeiði og somu løn. Hví skulu vit gera tað so trupult í Føroyum?


Sambandsflokkurin vil gera nýggja heildarætlan fyri førleikamenning og víðari útbúgving.


X við B

X við Hans Kári Hansen


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30