Ongi úrslit

Nýggj kanning: Flestu pensjónir í Føroyum eru ikki í íløgum

Ein nýggj kanning vísir, at ein stórur partur av føroyingum ikki hevur sett sína pensjón í íløgur. Tað bendir á lágan áhuga og avmarkaða vitan um íløgur.

© Føroya Banki
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Í kanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Banka, siga 43% av teimum spurdu, at teirra pensjón ikki er sett í íløgur. Bert 20% hava sett alla pensjónina í íløgur, meðan 23% siga, at hon lutvíst er íløgd. 14% vita ikki, hvussu pensjónin er skipað.

“Søguliga sæð hevur tað loyst seg at seta pensjónina í íløgur,” sigur Hjalti Mohr Jacobsen, íløguleiðari. Hann vísir á, at longur tíðarkarmur ofta gevur betri avkast, men leggur samstundis dent á, at váði altíð er knýttur at íløgum.

Lágur áhugi og lítil vitan

Kanningin vísir eisini, at áhugin fyri íløgum er avmarkaður. Tveir triðingar av teimum spurdu siga, at tey sjáldan ella ongantíð fylgja við gongdini á íløgumarknaðinum.

Munur er á kynunum. 80% av kvinnunum siga, at tær sjáldan fylgja við, meðan talið hjá monnum er 56%. Samstundis siga 34%, at tey ikki vita nóg nógv um íløgur, og knapt 30% eru bangin fyri at missa pengar.

Hóast hetta halda fleiri enn helvtin, at íløgur eru ein góður máti at fáa pengarnar at vaksa.

Stórur munur kring landið

Svarini eru ymisk eftir landspørtum. Í Norðoyggjum siga 63%, at pensjónin ikki er sett í íløgur. Í høvuðsstaðnum er talið 40%, og í Eysturoynni 39%.

Samstundis gera fleiri í Norðoyggjum íløgur fyri annan pening. Yvir 40% siga, at tey gera íløgur fyri egnan pening ella samansparing, sum ikki er pensjón.

Kvinnur aftanfyri fíggjarliga

Kanningin vísir eisini ein greiðan mun millum kvinnur og menn. Helmingurin av kvinnunum hevur ikki sett pensjónina í íløgur, meðan talið hjá monnum er 37%.

“Fíggjarliga eru kvinnur nøkur fet aftan fyri menninar,” sigur Silja á Borg Færø, privatkundastjóri. Hon vísir á, at minni áhugi fyri íløgum er við til at økja um munin í pensjón og uppsparing.

Fáar barnasamansparingar í íløgum

Eisini barnasamansparingar eru sjáldan settar í íløgur. Bert sløk 9% av teimum spurdu við børnum undir 18 ár siga, at samansparingin er íløgd.

Sambært kanningini eru føroyingar generelt varnir við íløgum. Ein orsøk kann vera, at fólk hava mist pengar undir fíggjarkreppuni. Samstundis verður víst á, at langur tíðarkarmur og góð spjaðing kunnu gera íløgur skilagóðar.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

Í gjár kl. 07:44