Sorg er allýst sum ein sterk og pínufull sinnisrørsla við sváran miss ella tílíkt. Á føroyskum máli, kann ein bera ella kenna sorg, vera tyngdur ella nívdur av henni. Men kann sorg staðfestast sum ein sálarsjúka?
Tá ein persónur doyr, sita í miðal fýra fólk eftir í sorg. Tað er sostatt ikki óvanligt at missa ein ella fleiri persónar, ið standa einum nær, ígjøgnum lívið. Í skaldskapi tosar man um, at sorg er tann prísur, ein skal gjalda fyri at hava elskað.
Sorg kemur at bera við flest fólk fyrr ella seinni sum ein natúrligur partur av mannalívinum. Tað er ein felags semja um at øll, sum missa, uppliva sorg. Fyri stuttum er semja eisini blivin um, at eitt slag av sorgaratburði er so varandi og bæði sálar- og kropsliga darvandi, at hann krevur viðgerð.
Varandi sorgarlíðing
Talan er um sálarsjúkuna, sum í Danmark verður rópt varandi sorgarlíðing (VSL).
Í summar bleiv henda diagnosan, sum á enskum kallast “prolonged grief disorder” kunngjørd á altjóða listanum hjá altjóða heilsustovninum, WHO yvir diagnosur.
Fleiri danskir sálarfrøðingar hava verið við í tilgongdini um at játta varandi sorgarlíðing sum eina sálarsjúku, og ein teirra, ið er partur av hesum tvørfakliga arbeiðsbólki er Karina Madsen, sum er varastjóri í Det Nationale Sorgcenter:
- Støða skal takast til, hvørja viðgerð vit í Danmark kunnu bjóða og hvørji amboð skulu nýtast, sigur hon í samrøðu við dr.dk.
Beint nú verður nevniliga viðgjørt, hvussu man yvirhøvur skal staðfesta sorg sum eina sálarsjúku, viðgera hana, og hvussu læknar skulu skoða hana.
Tað er í granskingini, at leitað verður eftir svarið. Eisini skal eitt endaligt heiti veljast, tí tað er tað ikki semja um. Varandi sorglíðing er tó orðingin, Det Nationale Sorgcenter í Danmark brúkar í løtuni.
Sjúkueyðkenni
Munur er á, um talan er um eina vanliga sorgaruppliving, ella um talan er um varandi sorgarlíðing. Nógv sjúkueyðkenni eru nevniliga tey somu sum við vanligari sorg, tí varandi sorgarlíðing byrjar sum vanlig sorg.
- Eitt eyðkenni við varandi sorgarlíðing er, at virkisførið er lækkað í gerandisdegnum, og at sorgin ikki bara er varandi, men so ógvuslig og sterk, at tað kann vera torført at fáa lívið at rigga, sigur Mai-britt Guldin, sorgargranskari hjá universitetinum í Aarhus í samrøðu við dr.dk.
Eitt annað sjúkueyðkenni, ið serliga er eyðkennandi fyri hesa sálarsjúku, er ein longsul eftir tí deyða, ið viðførir eitt kensluligt ella kropsligt stikni saman við øðrum sjúkueyðkennum sum kensluloysi, mangul uppá meining í lívinum og skýggiatburð. Munurin, sum navnið sipar til, er longdin á sorgini og sálarliga darvanin. Ein vanlig sorg hvøvur sjáldan heilt, men tann sálarliga og kropsliga darvanin av henni verður við tíðini tálmað. Tískil er treytin, at hesu sjúkueyðkenni skulu enn vera til staðar eftir í minsta lagi seks mánaðir. Í lýsingini hjá WHO stendur harafturat, at sorgin hjá viðkomandi skal vera óvanlig í mun til teir mentanarligu, átrúnaðarligu og sosialu normarnar hjá viðkomandi. Øll frágreiðingin kann lesast her.
Tað er týdningarmikið, at henda sálarsjúka ikki verður mistikin við sjúkuna PTSD og tunglyndi, sum eru møguligar fylgisjúkur eftir, at ein hevur mist onkran.
Diagnosu-yvirflóð?
Ikki øll fegnast um, at aftur ein sálarfrøðilig diagnosa er komin á diagnosulistan hjá WHO. Professari í sálarfrøði á Aalborg Universiteti, Svend Brinkmann, heldur eitt nú, at sorg var tann einasta menniskjaliga líðingin, ið hevði skákað sær undan læknavísindini.
- Sum sálarfrøðingur eri eg áhugaður í, hvat tað ger við okkum, at vit tulka lív og líðing okkara í diagnosum og læknavísindi. Eg síggi eina røð av trupulleikum í tí, til dømis at tað kann koma at smalka okkara sjálvsfatan, sigur Svend Brinkmann í samrøðu við dr.dk.
Samstundis sigur hann, at hann væl skilir, at tað eru menniskju, ið kunnu fáa ta hjálp, teimum tørvar við at fáa hesa sorgarlíðing staðfesta sum sálarsjúku. Men hann heldur, at vit burdu hugsa okkum meira um, áðrenn vit sum samfelag koma við enn einari sálarfrøðiligari diagnosu.
Karina Madsen sigur, at ein av orsøkunum til at man arbeiðir uppá at fáa hesa sorgarlíðing staðfesta sum eina sálarsjúku, millum annað er, at tað eru tey røttu, ið fáa hjálp.
- Diagnosan skal játtast til tess at geva teimum røttu hjálp so tey, ið ikki hava tørv á hjálp heldur ikki fáa hana, sigur hon.
Kanningar hava nevniliga víst, at ein sjúkuviðgerð í samband við sorg kann vera meira skaðilig enn gagnlig, um ein ikki hevur tørv á henni.
Fyrireikingararbeiðið er byrjað
Varandi sorglíðing er sostatt ein av sálarsjúkunum í tí nýggju diagnosuskipanini hjá WHO, ICD-11, sum kemur ístaðin fyri ICD-10, tí fyrrverandi diagnosuskipanina, ið bleiv viðtikin miðskeiðis í 1990-árunum.
Limalondini í WHO avgera sjálvi, nær tey játta varandi sorgarlíðing sum eina sálarsjúku, men tað skal vera í seinasta lagi tann 1. januar 2022.
Tilgongdin at fáa hetta slag av sorgarlíðing játtað sum eina sálarsjúku, er bryjað millum danskar læknar og á sjúkrahúsum. Heilsuøkið og Dansk Psykologiforening hava skeiðir, Det Nationale Sorgcenter hevur møtir um evnið og fleiri ráðstevnur eru.
Sundhedsstyrelsen, hægsta fyrisitingarvald í danska heilsuverkinum hevur meldað út, at ætlanin er at byrja teirra part av arbeiðinum eftir mai komandi ár. Tann danski, tvørfakligi arbeiðsbólkurin væntar, at tað fer at taka eini trý ár, áðrenn varandi sorgarlíðing verður staðfest sum sálarsjúka.
(Myndir: Berin.fo)
Í Føroyum hevur føroyski felagsskapurin, Berin, sjálvbodnar og partvíst alment og privat fíggjaðar sjálvhjálparbólkar, ið kunnu vera ein góð hjálp til fólk, ið hava mist.