Ongi úrslit

Nýggir upplýsingar fekk hann at skifta meining um kirkjuna á Argjum

Tað skuldi verið borgarafundur á Argjum um nýggju kirkjuna

Kári Johansen heldur, at málið skuldi verið viðgjørt meiri nágreiniligt
Áki Bertholdsen
23. mai kl. 14:30

Nú eru so nógvir nýggir upplýsingar komnir fram, at býráðið eigur at bíða við at taka støðu til byggiloyvið til at byggja kirkju framvið Sandá.

Tað heldur Kári Johansen, býráðslimur fyri Kommunulistan.

Í fjør tóku bæði hann, og hin býráðslimurin fyri Kommunulistan, Tróndur Sigurðsson, undir við at geva kirkjuni byggiloyvið við Sandá.

Tá vóru teir býráðslimir fyri Javnaðarflokkin, men á býráðsvalinum í heyst, fóru teir úr Javnaðarflokkinum og stovnaðu Kommunulistan, sum teir nú umboða í býráðnum.

Men nú hava teir báðir skift meining. Á býráðsfundinum í gjár, atkvøddi Tróndur Sigurðsson ímóti at kirkjan fekk byggiloyvi við Sandá, og Kári Johansen atkvøddi blankt.

Kári Johansen sigur, at orsøkin til at hann hevur skift meining, er, at nú - í allarseinastu løtu - eru fleiri nýggj uppskot komin inn um, hvar aðrstaðni á Argjum ein kirkja kann byggjast.

Hann heldur at býráðið eigur at fáa høvi til at viðgera hesar møguleikarnar, áðrenn endalig støða varð tikin, og tí eigur málið at verða viðgjørt neyvari, heldur hann.

Kári Johansen heldur eisini, at tað átti at verið ein borgarafundur á Argjum um hetta málið og um allar hinar staðsetingarnar, sum hava verið frammi.

Men tað fekk hann ikki, og tíansheldur varð málið samtykt.

Eitt, Kári Johansen undraðist á, var, at eisini býráðslimurin fyri Borgaralistan, Guttormur í Skála, atkvøður fyri at geva kirkjuni byggiloyvi við Sandá.

Borgaralistan fór nevniliga til býráðsval upp á at verja nátturuna og at forða fyri, at byggisamtyktir verða broyttar í tíð og úrtíð.

Tað skal nevniliga bara vera í heilt fáum undantøkum, at tær verða broyttar.

Men kortini atkvøddi Guttormur við Skála fyri at byggja kirkju við Sandá, hóast tað er er á einum náttúruøki, og hóast byggisamtyktin er broytt.

Hann sigur, at kirkjuráðið á Argjum lýkur allar treytir fyri at fáa byggiloyvi og tí kann býráðið ikki nokta teimum tað - uttan at endurgjaldskrav uppá nakrar tíggjutals milliónir.

Og vit hava ikki loyvi at áleggja kommununi eitt tap, sum vit vita um, sigur Guttormur í Skála.

Men hann legði afturat, at akkurát hetta er eitt dømi um byggisamtyktir eiga ikki at verða broyttar, uttan í avgjørdum undantaksføri.

Tað er Tórshavnar Býráð, sum eigur hendan bukkin, tí tað er býráðið, sum hevur valt hetta stykkið til at byggja kirkjuna á, segði Guttormur í Skála.

Tróndur Sigurðsson greiddi ikki frá á býráðsfundinum, hví hann hevur broytt støðu í hesum máli.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00