Nýggi væl umtókti tónleikabólkurin Brimhvítt

Brimhvítt byrjaði í tónleikakappingini Sement. Síðani hava tey ment seg, og ynskja nú at byrja av álvara.

Anna Joensen-Næs
19. juni 2021 kl. 19:25

Bjørk S. Lamhauge hevur gjøgnum nógv ár havt eitt ynski um at byrja egnan tónleikabólk. Nú hevur tað endiliga eydnast. Nýggi tónleikabólkurin hjá henni verður róptur Brimhvítt. Sjálv syngur hon og skrivar sangirnir.

Bjørk hevur altíð elskað tónleik

20 ára gamla Bjørk S. Lamhauge úr Havn er forsangari í tónleikabólkinum Brimhvítt. Í gerandisdegnum arbeiðir hon í frítíðarskúla, og ger barnasjónvarp fyri Kringvarp Føroya.

Bjørk greiðir frá, at hon hevur havt stóran áhuga innan tónleiki, síðani hon var heilt lítil. Hon byrjaði at spæla violin longu sum 5 ára gomul. Tá ið hon gjørdist 17, tók hon avgerð um at søkja inn á Musikskúlamiðnám á klassiskari deild við violin. Hon fann tó kortini skjótt útav, at hetta ikki var nakað fyri hana. Eg megnaði ikki trýstið, sigur Bjørk.

Somuleiðis sum, at hon altíð hevur elskað at spælt violin, hevur ein stórur áhugi hjá ungu listakvinnuni verið at syngja. Bjørk greiðir frá, at hon áður hevur sungið við í kórinum, ið verður rópt Experiment.

Sangleikirnir Kabarett og Feitar Tíðir broyttu alt

Tá ið eg gekk á Glasi, var eg við í tveimum sangleikum, ið vóru róptir Kabarett og Feitar Tíðir. Her fann eg av álvara útav, at klassiskur tónleikur og violin ikki var nakað fyri meg, greiðir Bjørk frá. Her fekk eg møguleikan at royna meg sum songkvinna, og fann útav, at tað var tað eg brendið fyri. Síðani tá, havi eg langt dent á at syngja, sigur Bjørk.

Hevur skrivað so leingi sum hon minnist

Bjørk skrivar sjálv allir songtekstirnir hjá Brimhvítt. Eg havi, so leingi sum eg minnist, skrivað bæði yrkingar og sangtekstir á føroyskum. Mær dámar væl at skriva, og vísa á mínar kenslur og hugsanir gjøgnum orð, greiðir Bjørk frá. Síðani leggur hon aftrat, at tónleikurin hjá Brimhvítt setur spurnartekin við samfelagslig viðurskiftir sum religión. Eisini verður sungið um heimspekilig viðurskiftir, ið seta spurnartekin við hví vit eru til.

Er ov lítið av føroyskum tónleiki til

Bjørk heldur tað verða synd, at størsti parturin av tónleiki ið verður framleiddur í dag, er á enskum. Vit her heima í Føroyum hava eitt heilt serstakt og vakurt móðurmál, ið vit mugu brúka og vísa øðrum, sigur hon sannførd. Orsaka av hesum, hevur Bjørk valt, at tónleikurin hjá Brimhvítt skal verða á føroyskum.

Síðani greiðir hon frá, at tónleikurin hjá bólkinum er ein blandingur av ymiskum tónleikasløgum. Nógv er bleytt pop. Orsaka av, at fleiri av tónleikarunum, ið eru partur av bólkin, spæla nógvan djass, kemur nógvur íblástur eisini frá tí, sigur hon.

Eg skrivaði bara til tónleikararnir á Messenger

Bjørk hevði gjøgnum longri tíð havt eitt stórt ynski um, at stovna ein tónleikabólk. Hon hevur áður leysligt roynt at byrja líknandi tónleikabólkar, men tað hevur ikki eydnast.

Til síðst tók eg avgerð um at skriva til ymiskir tónleikarar, ið eg helt vóru áhugaverdir á Messenger. Tað byrjaði har, sigur hon við einum brosi.

Í tónleikabólkinum spælir Ari Johannesen guitar og hjálpir við at leggja sangirnir til rættis. Síðani spælir Harald Fonsdal trummur. Kristian Pauli Ellefsen spælir tangentar og Karl Andrias Stórá bass. Summar tíðir syngur lítlasysturin Yngva S. Lamhauge kór og spælir saksofon.

Alt byrjaði aftaná tey luttøku í Sement í 2020

Vit luttøku í tónleikakappingini Sement í 2020. Tað var her alt byrjaði. Vit fingu góðan stuðul og undurtøku, og tóku síðani avgerð um at halda áfram, sigur Bjørk. Brimhvítt var eisini við í Sement í ár.

Fyrsta sjálvstøðuga konsertin var í Sirkus fyrr í ár. Her var undurtøkan eisini sera góð, sigur Bjørk. Síðani tá, hava tey spælt fleiri smáar privatar konsertir og eina stóra í Tøting. Í løtuni eru tey steðgaði sindur upp, men vóna at tónleikur verður útgivin í summar á bæði Spotify og Youtube. Eisini leggur Bjørk aftrat, at tey ynskja at sleppa at spæla á festivalum.

Bjørk er sera glað fyri, at tað gongur so væl hjá Brimhvítt. Hon sigur, at alt hetta bert er byrjanin. At tey eru sera spent um at geva sangirnir út og vísa umheiminum, hvat ið tey hava at bjóða.