Nú verða tað bara havnarfólk sum sleppa ókeypis

Tórshavnar Býráð ætlar at gera kollveltandi broytingari í Bussleiðini

Áki Bertholdsen
23. oktober 2024 kl. 16:15

Nú skal Bussleiðin í Havn kollveltast.

Í fleiri ár hevur tað verið ein stoltleiki hjá býráðslimum í Havn, at tey hava havt eina ókeypis Bussleið.

Tey hava breggjað sær av hesum har tey hava havt høvið til tað, og tey siga, at hetta er ein skipan, sum nógv øvunda teimum.

Eisini hava tey ikki aftrað seg við at draga umhvørvis-kortið, tí tey hava ført fram, at tann ókeypis Bussleiðin er eitt tiltak, sum minkar um útlátið av vakstrarhúsgassi, tí fleiri brúka bussarnar heldur at koyra í sínum egna bili.

Men nú fær alt hetta ein enda, tí nú ætlar býráðið, at hereftir skulu tað bara vera borgarar í Tórshavnar Kommunu, sum sleppa at koyra ókeypis við bussusunum hjá Bussleiðini.

Hinvegin skulu bæði bygdafólk og útlendingar rinda, og hetta er ein skipan, sum tey í Tórshavnar Býráð eru mest sum samd um at seta í verk. 

Tað merkir, at nú skulu vit hava eina skipan, har borgarar í Tórshavnar Kommunu fáa eitt borgarakort, sum tey vísa tá ið tey fara í bussin, og skulu tey ikki rinda.

Tað merkir so samstundis, at tey, sum ikki eru borgarar í Tórshavnar kommunu, kunnu gjalda fyri at koyra.

Býráðið sigur, at tað eru alsamt fleiri ferðafólk, sum brúka Bussleiðina til at koyra ókeypis runt í kommununi við og tað hevur avleiðingar fyri tey, sum búgva her.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, hevur sagt við Sosialin, at tað hevur hent seg, at fólk í Tórshavnar Kommunu, ikki sluppu við, tí bussurin var fullsettur av ferðafólki sum koyrdu ókeypis.

Eisini hevur verið víst á at tað er kappingaravlagandi fyri hýruvognarnar at Bussleiðin er ókeypis.

Samstundis sum borgarar í Tórshavnar Kommunu fáa eitt borgarakort, skal ein app gerast, har øll hini skulu keypa sær ferðaseðil til Bussleiðina. Endamálið er, at tað skal vera so einfalt sum tilber og tí fer tað ikki at bera til at keypa ferðaseðil í bussinum.

Men børn undir 13 ár sleppa framvegis at koyra ókeypis.

Í hesum sambandi kunnu ferðafólk velja ímillum tríggjar ferðaseðlar. Umsitingin skjýtur upp, at ein  24-tíma ferðaseðil skal kosta 50 krónur, ein 3-daga ferðaseðil skal kosta 120 krónur og ein 7-daga ferðaseðil skal kosta 210 krónur.

Men tey, sum mynda meirilutin í býráðnum, og Fólkaflokkurin, halda, at tað er ov bíligt. Tí mæla Heðin Mortensen, Kári Johansen, Tróndur Sigurðsson og Birgir Nielsen til at ein 24-tíma ferðaseðil skal kosta 100 krónur, ein 3-daga ferðaseðil skal kosta 200 krónur og ein 7-dagar ferðaseðil skal kosta 500 krónur. 

Hinvegin tekur Jákup Dam, tekur undir við tilmælinum frá umsitingini, men nú skal Býráðið so staka støðu til málið.