Ongi úrslit

Nú verða íbúðir bygdar í Leitinum

Spf. Jóan Petur Vang fer nú at byggja íbúðir í Leitinum í Saltangará

runavik.fo
6 tímar síðan

Runavíkar kommuna skrivar soleiðis í dag:

Við tí fyrivarni, at býráðið tekur undir við málinum, skrivaðu Jóan Petur Vang og Tórbjørn Jacobsen undir avtalu fríggjadagin í farnu viku um bygging í Leitinum. Í fleiri ár hevur annað felag roynt at fingið í lag íbúðarbygging í økinum, men táið hetta ikki bar á mál, tóku partarnir sundur aftur, og kommunan keypti økið aftur og bjóðaði tað út av nýggjum. Spf. Jóan Petur Vang vann sær møguleikan, í stigum at byggja íbúðareindir í einum øki, ið er sum eitt kúfóður til støddar. Øll sjey stykkini eru útgrivin og 60-70% av hvørjum teirra er grovplanerað.

Í seinasta lagi ½ ár eftir at prinsippavtalan og treytað skeyti eru undirskrivað, skal eitt skitsuuppskot til bygging av íbúðum og váttan um fígging av verkætlanini fyriliggja.

Avrátt er millum partarnar, at Runavíkar kommuna fær hølir í bygningunum til leigu ella keyp at nýta til dagstovn – vøggustovu/barnagarð. Serstøk avtala verður gjørd um keyp av nevndu hølum, ella fæst eitt longri leigumál í lag millum partarnar hesum viðvíkjandi.

Á býráðsfundinum mánadagin hin 22. desember tók býráðið undir við avtaluni og ætlanini. Spf. Jóan Petur Vang keypir grundøkini fyri ásetta kostnaðin í sølulýsingini.

Runavíkar kommuna ynskir Jóan Peturi góða eydnu og blíðan byr við verkætlanini, skrivar Runavíkar kommuna í dag.

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37