Ongi úrslit

Nú skulu suðuroyingar venja seg við eina nógv verri tænastu í minst tveir mánaðir

Um tvær vikur verður Galaxy aftur at síggja á Krambatanga
Áki Bertholdsen
23 tímar síðan

Sum vit áður hava skrivað fer Smyril í dokk um tvær vikur og tá verður tað grikska ferjan, Galaxy, sum skal røkja suðuroyarsiglingina tær 8-10 vikurnar, Smyril er burtur.

Strandferðslan sigur, at tað er ómetaliga tórfør uppgáva at fáa avloyaraskip , og at Galaxy var einasta líkinda skip, tað bar til at fáa fatur á yvirhøvur.

Men Galaxy er verri enn so á sama støði sum Smyril á nógvum økjum og tískil suðuroyingar venja seg við eina munandi verri tænastu ta tíðina, hon fer at sigla.

Fyri tað fyrsta siglur Galaxy væl seinni enn Smyril, so tað verða bara tveir túrar um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina - og øll ferðafólk skulu umborð, og í land, eftir biladekkinum.

Tað eru eisini stórar avmarkingar í farmaflutninginum.

Galaxy er 127,6 metrar long og 19,4 metrar breið, har Smyril er 135 metrar langur og 22,7 metrar breiður.

Galaxy tekur 350 ferðafólk, tað er minni enn helvtina av tí, Smyril tekur, og Galaxy tekur, í mesta lagi, 140 akfør, um eingin farmur er við. Tað eru einir 60 bilar færri enn Smyril.

Sostatt er biladekkið á Galaxy væl trengri enn tað á Smyrli og tað avmarkar bæði nøgdina og støddina á tí farmi, sum kann flytast - og talan kann eisini verða um avmarkingar í vektini á tí farmi, sum kann førast við skipinum.
Á biladekkinum eru trý skott, sum býtir biladekkið upp í trý at forða fyri, at alt biladekkið fyllist, skuldi sjógvur komið á tað.

Tað hevur við sær, at tað fer at taka longri tíð, bæði at lasta biladekkið, og at tøma tað aftur, enn vit eru von við á Smyrli.

Í góðum veðri er tað kortini ikki eitt krav, at tað mittasta skottið verður sett fyri, so tað bøtir eitt sindur um støðuna.

Hóast Galaxy tekur farm, er tað kortini á nøkrum túrum, at hava ferðafólk og persónbilar, hava framíhjárætt. Talan er um túrarnar av Havnini fríggjadagar á miðdegi, og um kvøldið, og um túrarnar norður aftur sunnumorgunin og um kvøldið - og túrin suður á miðdegi sunnudag.

Annars kunnu fólk bíleggja pláss á internetinum, akkurát sum við Smyrli. Galaxy fer í sigling leygardagin 23. august og frá mánadegnum ber til at bíleggja pláss.

Galaxy flytur eisini el-bilar, á sama hátt, sum Smyril - men hon flytur ikki gassfløskur og annan vandamiklan farm yvirhøvur - heldur ikki úti á dekkinum, sum Smyril ger.

Sostatt verða gassfløskur, og annar vandamikil farmur, ikki førdur ímillum Suðuroynna og Havnina hesar vikurnar, Galaxy er í sigling.

Strandferðslan minnir tí suðuroyingar á at fáa nokk av gassfløskum, og øðrum slíkum farmi, á goymslu, áðrenn Galaxy fer í sigling, fyri ikki at verða í uppisetri.

 

Mest lisið hesa vikuna

Út av lagið vánaligt

Í gjár kl. 18:00

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Vilja hava útlending vístan úr Føroyum

6. august kl. 07:41

Mein Kampf og Kári Sverrisson

4. august kl. 19:00

Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

1. august kl. 13:35

Nú takkar hann fyri seg í politikki

4. august kl. 12:15