Ongi úrslit

Nú kom Hermann eisini á ting

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Sambandsflokkurin hevur fingið ein nýggjan tingmann. Eftir at Bárður á Steig Nielsen og Eyðdis Hartmann Niclasen, fóru í Landsstýrið, tóku Magni Højgaard og Anna Falkenberg sæti á tingi.

Men Anna Falkenberg varð eisini vald á Fólkating og tann sessin ætlar hon sær at taka fram um løgtingssessin. Hon hevur eisini boðað frá, at hon ætlar sær ikki at sita í báðum sessum, tí tað er arbeiðsbyrðan ov stór til.

Sostatt hevur hon nú biðið um farloyvi frá Løgtinginum og tað er galdandi til hon sjálv einaferð boðar frá, at hon tekur við tingsessinum aftur.

Tað merkir, at næsti maður á listanum hjá Sambandsflokkinum er boðsendur at koma á ting, og sostatt hevur Hermann Samuelsen, sum fekk 258 atkvøður á valinum, nú tikið sæti á tingi. Hann er eisini býráðslimur í Klaksvík fyri Sambandsflokkin.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02