Ongi úrslit

Nú hevur Landsstýrið gjørt av, hvat hesin bygningurin skal brúkast til

Í Tórshavnar býráð taka tey undir við ætlanini.

Áki Bertholdsen
28. mai kl. 08:41

Í fleiri ár hevur Landsstýrið og Tórshavnr býráð arbeitt upp á eina avtalu, har Býráðið skuldi yvirtaka gamla studentaskúlan í Hoydølum og aftur fyri skuldi Landið yvirtaka partin hjá kommununi av Venjingarskúlanum til Fróðskaparsetrið.

Landið hevur fingið Venjingarskúlan - men nú vil Landsstýrið sleppa at burtur úr avtaluni um, at Tórshavnar kommuna skal yvirtaka gamla studentaskúlan í Hoydølum.

Mentamálaráðið vil nevniliga brúka gamla studentaskúlan, og aðrar bygningar hjá Landinum har um vegir, til Tjóðsavn.

Og tað ynskið hjá Mentamálaráðnum hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt at ganga á møti, og tað er einmælt samtykt á býráðsfundi.

Býráðið sigur, at tað hevur ongar framtíðarætlanir havt við gamla studentaskúlanum, ella við lonunum, sum standa upp at honum.

Hinvegin er óvist, nær Tjóðsavnið fer í Hoydalar at vera.

Nú skulu so samráðingar vera ímillum kommununa og Mentamálaráðið um tann fíggjarliga partin av avtaluni.

Lonirnar, sum standa uppat studentaskúlanum, fingu fyribils loyvi til at vera í Hoydølum og tær skulu verða burtur næsta ár.

Býráðið heldur kortini, at tær kunnu brúkast til skúlastovur, ella onnur endamál hjá kommununi og vil keypa tær fyri -í mesta lagi- 4,5 milliónir.

Summir býráðslimir stúra kortini fyri hesi ætlani, tí teir vænta ikki at tað verður í bræði, at peningur verður settur av til at flyta Tjóðsavnið í Hoydalar.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00