Ongi úrslit

Nú hevur KÍ fokus á Serbia

Samuel Johansen Chukwudi ásannar, at tað var avgerandi, at KÍ hevur fleiri altjóða royndir enn finska liðið hjá honum

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 22:15

Máltalvan í Klaksvík vísir 2-0, og harvið hevur KÍ við 4-1 samantaldum sigri vunnið seg víðari í Europa Conference League. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Sigurin ber við sær, at KÍ nú fer til Serbia at royna seg. Talan er um stórt avrik av góðum KÍ liði, tí mótstøðuliðið er tað sum í løtuni er tað besta í finsku kappingini.

Undan steðginum vóru tað nógvir tvídystir og nógvar langar sendingar. Finsku gestirnir vóru kanska meiri á bóltinum, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

Hjá KÍ var tað stórur hvøkkur, tá málverjin Mark F. Jensen eftir hálvan tíma varð borin av vøllinum. Tað var eftir samanbrest við álopssplælara. Sebastian Linnet John verður roknaður at vera skikkaður eykamaður, og tað vísti hann seg at vera.

Eftir steðgin fekk KÍ so við og við betri tak á fótbóltsspælinum, og í verjuni vóru Deni Pavlovic Odmar Færø og Gaston Nicolas Tellechea sannir klettar.

Finsku gestirnir kendust ikki hava hugflog at mynda álop, heimamenninir vunnu alt fleiri nærdystir, og tá ið ein stórur tími var farin, eydnaðist tað at fáa hol á. So var eingin ivi um, at royndu og stinnu heimamenninir fóru at vinna. KÍ hevði bóltin og spældi, meðan mótleysu mótstøðumenninir royndu at renna aftaná.

Eitt stórt korter undan leikloki varð støðan 2-0, og so dusaðu tey kring vøllin sær, og á vøllinum sóu tey heimamenninar vera fokuseraðar og spæla við stórum sjálvsáliti.

Árni Frederiksberg skoraði fyrra málið, og hann átti uppleggið til 2-0 málið.

-Hetta gekk uppaftur betri, enn vit høvdu roknað við. Vit høvdu væntað, at teir fóru at spæla meiri og sparka minni, og tað var lætt hjá okkara stinnu verju at avvísa. Tá ið vit so skoraðu til 1-0 gekk tað fult og heilt eftir okkara treytum, og tað var ein framúr kensla, tá ið bólturin fór í netið, tí tá vistu vit, at tað fult og heilt fór at ganga fyri seg eftir okkara treytum. Nú verður tað í Serbia, og síðstu árini hava vit verið í øllum londunum kring Serbia, so vit vita, hvat tað er, sum bíðar okkum, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við FM1 útvarpið.

Í fyrra førinum var tað eftir kiksaða roynd frá Jóannesi K. Danielsen. Bólturin endaði hjá Jákupi B. Andreasen, og liðformaðurin legði snilt bóltin eitt sindur í høgru til Árna Frederiksberg, sum smekkaði til og so var 1-0.

Í seinna førinum var tað Árni Frederiksberg, sum við horna úr høgru legði innfyri, og í klassiska stílinum var tað Páll A. Klettskarð, sum frammanfyri nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í netið, meðan finnlendingarnir iðraðu seg, tí akkurát hesa støðuna hava teir á upptøkum sæð KÍ so ofta fáa mál í.

-Talan var um javnan dyst, og vit vunnu uppiborið. Okkara hópur er javnt góður, og vit eru øgiliga stinnir í verjuspælinum. Tí var tað so kærkomið, at vit fingu hol á. Vit kenna einki til mótstøðuliðið, men tað fara vit nú at hava fokus á, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við FM1 útvarpið.

Føroyski miðverjin hjá SJK Samuel Johansen Chukwudi er vónbrotin:

-Tað var tilvitað val, at vit royndu við nógvum longum sendingum, tí á heimavølli gjørdu vit so nógv mistøk í uppspælinum. Vit vistu, hvat tað var, sum bíðaði okkum, og í Finnlandi verður tað roknað við, at lið úr Finnlandi eiga at vinna ímóti føroyskum liðum. KÍ hevur fleiri royndir í altjóða fótbólti enn vit. Tað sást í, at vit ikki megnaðu at umseta møguleikar til mál, og tað gjørdi KÍ, staðfestir vónbrotni Samuel Johansen Chukwudi í samrøðu við FM1 útvarpið.

KÍ – SJK Finnland 2-0 (0-0)

1-0: Árni Frederiksberg 61.

2-0: Páll A. Klettskarð 73.

Dómari: Wojciech Myc úr Póllandi kl. 19.45

KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 4-1

KÍ: Mark F. Jensen (Sebastian Linnet John, 31.) – Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Nicolas Tellechea – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð (Filip Brattbakk, 92.), Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 82.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Robert Williams, Jonn Johannesen, Daniel Johansen, Dávid B. Andreasen, Martin Rodrigo Gonzalez, Gilli Róltantson Sørensen, Claes Philip Kronberg

Gult kort: Magnus Powell (venjarin)

Venjari: Magnus Powell

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

Í gjár kl. 14:12

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

16. juli kl. 15:00

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04