Ongi úrslit

Nú hevur eldraráðið í Havn fingið forkvinnu

Frá vinstru eru tey Bergljót av Skarði, Marjun Poulsen, Leivur Hansen, Jóan Carl Dam og Annemi L. Joensen.
Áki Bertholdsen
9. januar kl. 10:35

Tað er nú greitt, at tað verður Annemi L. Joensen, sum skal standa á odda fyri nýggja eldraráðnum í Havn. Ráðið hevur skipað seg eftir valið nakað fyri jól, og har var úrslitið, at Annemi L. Joensen er vald til forkvinnu, og Leivur Hansen er næstformaður.

Bergljót av Skarði er skrivari, Marjun Poulsen er kassameistari, og Jóan Carl Dam er nevndarlimur.

Varalimir eru Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen.

Høvuðsuppgávan hjá Eldraráðnum er at geva politikarum góð ráð og syrgja fyri, at atlit verða tikin fyri eldri borgarum, tá avgerðir verða tiknar.

Tilsamans 5.656 fólk høvdu valrætt til eldraráðsvalið, sum endaði 15. desember - men vallutøkan var 49,4 prosent.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41