Ongi úrslit

Nú hava Føroyar og Russland skrivað undir nýggjan sáttmála

Kvotan í Barentshavinum er munandi skerd

Áki Bertholdsen
28. november 2024 kl. 16:34

Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025.

Fiskimálaráðið sigur, at sum heild er kvotan eftir botnfiski í Barentshavinum munandi minkað og tí var eisini væntandi, at vit fóru at fáa lægri kvotur av av toski og hýsu í russiskum sjógvi næsta ár. 

Føroyska lækkingin verður tó eitt vet minni enn lækkingin í heildarkvotuni. Toskakvotan lækkar 23,8 prosent og hýsukvotan lækkar 4,5 prosent. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar.

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2025 verða sostatt hesar: Toskur 7.445 tons, hýsa 1.000 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons. 

Seinastu árini hevur ein avmarking verið, at bara eitt føroyskt skip kann fara á norðaru leiðirnar í russiskum sjógvi at fiska rækjur.

Í nýggju avtaluni hava Føroyar fingið betri treytir á hesum øki soleiðis at næsta ár kunnu tvey skip vera til fiskiskap á norðaru leiðunum samstundis.

Russisku kvoturnar av makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi, lækka. Russiska makrelkvotan lækkar 34,3 prosent og kvotan av norðhavssild lækkar 10,6 prosent. Kvotan av svartkjafti verður óbroytt.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2025 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 8.080 tons og sild 5.800 tons.

Næsta ár fáa russisk skip atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 52.612 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi, hetta er eitt sindur minni enn í ár.

Næsta ár hava russisk skip ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14