Næsta fríggjadag, tað er 6. septembur, verður maratonrenning í Vágum
Talan er um eitt hálvt maraton og fyrireikararnir siga, at longu nú hava 771 fólk úr 13 ymsum londum meldað seg til. Tað eru 453 fólk, sum hava meldað seg til at renna og 318 fólk hava meldað seg til at ganga teinin, sum er 21 kilometrar. Men tað ber til at tekna seg til sunnudagin.
Tiltakið, sum tey kalla Føroya vakrasta hálvmaraton, er bæði ein ítróttaligur og mentanarligur veitsludagur, har luttakararnir eru alt frá royndum rennarum og gongufólki - til arbeiðspláss, vinabólkar og familjur.
Rutan er úr Gásadali til Sandavágs kirkju og fer gjøgnum allar bygdirnar í Vágum
Tey siga, at tað er ein einastandandi vøkur ruta við nógvum tónleiki á vegnum.
– Serliga sterk er løtan, tá komið verður um málstrikuna við kirkjuna í Sandavági, har fløggini úr øllum luttakandi londunum veittra. siga fyrireikararnir.
Tiltakið hevur eisini ein týðandi sosialan leiklut. Ein partur av luttøkugjaldinum hjá gongufólki fer til Krabbameinsfelagið. Rennarar hava somuleiðis høvi at lata stuðul, og felagið Berin, sum arbeiðir við sorgarbólkum fyri børn, fær fastan stuðul.
Tað er ítróttarfelagið, Frælsi, sum er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, sum skipar fyri.