Nú verður tað, at nývalda Løgtingið fer til arbeiðis. Løgtingsfundur verður fyrrapartin mánadagin klokkan 10 og tá verður tað elsti tinglimurin, sum setir Løgtingið.
Tað merkir, at tað verður 73 ára gamli Jenis av Rana, sum skal seta Løgtingið hesa ferð.
Hann verður fyribilsformaður og fyrsta uppgáva hansara verður at heita á fimm av teimum valdu løgtingslimunum at kanna valbrøvini.
Tey skulu eisini staðfesta um nakrar klagur eru um valið og at at tey, sum eru vald, hava danskan ríkisborgaraskap og eru heimahoyrandi í Føroyum.
Tey skulu eisini kanna um tey yvirhøvur kunnu veljast á ting og millum annað vil tað siga, at tey skulu kanna um tey eru dømd fyri ávís brotsverk.
Tá ið tað er liðugt, skal Løgtingið atkvøða um úrslitið av valinum og tá ið tað er hent, eru tey formliga løgtingsfólk og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum Stýrisskipanarlógin veitir teimum.
Og at enda skal Løgtingið so velja løgtingsforfólk og tríggjar næstforfólk.