Ongi úrslit

Nú fært tú størri frælsi at velja tær tann kommunulæka tú vilt hava

– Men nøkur mørk eru kortini

Áki Bertholdsen
28. mai kl. 16:05

Sum vit skrivaðu beint í áðni, eru Føroyar nú býttar sundur í fimm heilsuøki.

Eitt úrslit av tí, er, at nú fáa fólk eisini størri frælsi at velja sær kommunulækna. Tað merkir, at nú kunnu fólk velja sær kommunulækna í tí heilsuøkinum tey búgva í, sama hvar í heilsuøkinum tey annars búgva.

Men fyri børn, eru reglurnar eitt sindur ymiskar.

Sum heild hava børn undir 15 ár sama kommunulækna, sum tann, ið hevur foreldramyndugleikan, ella sum verjin hjá barninum, hevur.

Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, og felags bústað, men hvør sín kommunulækna, kunnu foreldrini velja, hvønn av kommunulæknunum barnið skal hoyra til.

Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, men hvønn sín bústað, hevur barnið sama kommunulækna, sum bústaðarforeldri.

Øll hesi viðurskiftini í sambandi við børn eru eisini galdandi, hóast kommunulæknin hevur boðað frá, at hann tekur ikki fleiri fólk í viðtaluna.

Men gevur tann vaksni, sum hevur ábyrgdina av barninum, samtykki til tað, kann tað velja onkran kommunulækna.

Børn í aldrinum 15-17 ár, kunnu velja egnan kommunulækna uttan samtykki frá tí vaksna, sum hevur ábyrgdina av tí.

Fólk, sum flyta úr einum heilsuøki í eitt annað heilsuøki, skulu velja ein lækna í tí heilsuøkinum, sum tey búseta seg í.

Í teimum førum, har fólk ikki vilja, ella ikki fáa upp í lag, at velja sær læknan, ger Heilsutrygd tað fyri tey.

Men tey, sum vilja skifta kommunulækna, skulu venda sær til Heilsutrygd um hetta, men tað skulu ganga minst seks mánaðir ímillum, at fólk sleppa at skifta lækna - men undantak kann kortini gerast tá ið heilt serligar umstøður tala fyri tí.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

Í gjár kl. 20:40

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

8 tímar síðan

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48