Tá ið hendan útbyggingin er liðugt, fær Eiðis Bóltfelag munandi betri umstøður.
Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði.
Á Eiði eru tey nevniliga farin undir at gera ábøtur á ítróttarhøllina á Eiði, og at byggja hana út.
Borgarstjórin sigur, at fyri eina bygd sum Eiði, er tað ein lutfalsliga stór verkætlan, tí arbeiðið fer at kosta einar seks millónir krónur tá ið tað er liðugt.
Hann sigur, at arbeiðið, sum Hammersmíð á Eiði stendur fyri, hevur gingið væl.
Reisigildi var fyrr í mánaðinum og ein partur av arbeiðnum verður liðugur nú í heyst, tá ið landskappingin í hóndbólti byrjar aftur. Restin verður so liðugt nakað seinni.
Nógv betri umstøður
Í hesum sambandi verður ítróttarhøllin bygd nakrar metur út, vestureftir og tá ið tað er liðugt fær Eiðis Bóltfelag munandi betri umstøður.
Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag, og nú fáa tey eitt stórt venjingarhøli, umframt skrivstova og fundarhøli.
Harumframt verður eisini kantina til fólk, sum koma at hyggja at ítrótti.
Borgarstjórin sigur, at itróttarhøllin er tilhaldsstaðið hjá EB og endamálið er at bøta um umstøðurnar hjá felagnum.
Men endamálið er eisini, at nýggja húsið skal kunna hýsa øðrum tiltøkum, sum eru til gagns fyri almenningin á Eiði.
Tey hava sett sær fyri, at niðara hæddin av útbyggingini, verður liðugt til landskappingin í holndbólti byrjar aftur í Heyst.
Her verður hugsað um venjingarhølini, høli til venjara, og onnur høli. Kantinan, wc, og hitt, verður so liðugt seinni, sigur borgarstjórin.