Kongsskipið Dannebrog, sum hevði fylgji av gomlum føroyskum træskipum og bátum, hevur nú lagt at við Bursatanga og Kongsparið er komið í land.
Drotning Mary eri í sinum føroyska búna. Fyrri- og turriklæði er myrkagrønt við margarittum, og silvurið er serstakt sniðgivið til Mary.
Kongur er eisini í føroyskum klæðum. Josephine prinsessa er, heldur yvirraskandi komin við í morgum eisini. Hon er ikki í búnað,men í elegantun myrkabláum frakka og gráum buksum.
Hon hevur ikki nakra skrá at fylgja,men avgerð sjálv nær hon vil vera við.
Løgmaður heldur eina vælkomstrøðu og gevur kongi eitt “9-foldigt leve”. Tað er ein danskur sigur, har man rópar “hurra” 9 ferðir fyri kongstjúnini. Vanligt er, um man ikki er kongaligur at rópar "hurra" 3 ferðir.
Havnar Hornorkestur spælur “Kong Christian” og síðani “Tú alfagra land mítt”
Lisa Svabo Atladóttir er 10 ára gomul. Hon skal handa bukettina til Drotningina.
Mamma Lisu hevur starvast í Løgmansskrivstovuni og tí var Lisa spurd um hon hevði hug til tað í fjør. Tað bleiv tá útsett, so hon fekk æruna í ár í staðin.
Spákað verður nú yvur á Tinganes. Har fara tey fyrst í Eysturstovu at navnkenna landsstýrisfólkini.
Hareftir fara tey í Vesturstovu, har tey fáa møguleika at heilsa uppá landsstýrislimir.