Dannebrog hevur nú lagt at í Vági. Tann reyði løbarin lá klárur og Kongshjúnini eru komin í land.
Aftur í dag hevur prinsessa Josephine valt at koma við í land. Tað eru óivað nógv, sum er glað fyri.
Løgmaður segði nevniliga í gjár, at hann hevði lagt til merkis at nógvar gentur, serliga um sama aldur sum Josephine, vóru glaðar fyri at sleppa at heilsa uppá hana.
Fleiri skúlaflokkar og barnagarðar eru komnir at heilsa uppá kongsfamiljuna í morgum.
Eyð Bjarnadóttir Hansen og Sandra Hjelm-Bech handaðu drotning Mary eitt blómutyssi tá hon kom í land.
Bjarni Johansen, borgarstjóri heldur eina røðu og navnkennir býráðið.
Myndir: Dagfinn Olsen