Í vár samtykti Løgtingið, at alt landið skuldi býtast sundur í fimm heilsuøki. Og nú er avgjørt, hvørji hesi fimm heilsuøkini eru - og her eru tey
Heilsuøki 1: Fugloyar kommuna, Viðareiðis kommuna, Kunoyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna.
Heilsuøki 2: Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna.
Heilsuøki 3: Sørvágs kommuna, Vága kommuna, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Tórshavnar kommuna, tó bert Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir.
Heilsuøki 4: Tórshavnar kommuna, tó undantikið Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir. Harumframt fevnir heilsuøki 4 um Skopunar kommunu, Sands kommunu, Skálavíkar kommunu, Húsavíkar kommunu og Skúvoyar kommunu.
Heilsuøki 5: Hvalbiar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna.