Ongi úrslit

Nú er tíðin komin at seta ítøkilig tiltøk í verk

Eg vil ikki sáa nakran ótta – men vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan

Anna Falkenberg
4. februar 2025 kl. 12:31

Veruleikin er, at Norðuratlantshavið ikki longur er eitt lágspenningsøki. Eg hevði viljað, at tað ikki var so, men politikkur kann ikki byggjast á ynskir. Eg hevði viljað, at leiðandi politikkarar í Føroyum tóku hond um støðuna.

Afturvendandi orðini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríksmálum eru, at vit ”ikki skulu sáa nakran óneyðugan ótta”, og eg eri ikki ósamd í hesum.

Eg vil ikki sáa nakran ótta – men vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan.

Tað snýr seg ikki um at sáa iva ella ótta, men heldur ræður tað um at vera fyrireikaður.

Vit sóu herfyri innslag í Degi og Viku, har Robert Imre, lektari í stjórnmálafrøði, vísti á, hvussu álvarslig støðan kann gerast, um vit ikki eru fyrireikað. Umframt hetta, vóru samrøður við føroyskar borgarar, ið ikki søgdu seg vera heilt tryggar – ella um ikki annað eitt sindur ørkymlaðar.

Fyri meg at síggja, er einasti partapolitikkurin, ið ger seg galdandi í samband við at økja trygdina í Føroyum, tann, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum setur út í kortið. Hann vil samráðast við NATO og vil gjalda fyri allar føroyskar útreiðslur innan verjuøkið. - Gamaní, men er nakað komið burturúr hesum leistinum?

NATO hevur ikki eitt samráðingarborð, har ítøkilig átøk fyri hvørja tjóð verða nágreinað – hetta er upp til limalondini sjálvi at avgera. Føroya Landsstýrið hevði møguleika at nágreina nøkur ítøkilig trygdarátøk í samráð við donsku stjórnina, men eingi itøkilig átøk eru komin burturúr.

Vit liva ikki í eini idealistiskari tíð við friði og harmoni – hetta mugu vit ásanna. Nú er tíðin at handla og seta ítøkilig átøk í verk. Løgmaður og Landsstýrið mugu gera greitt, hvørji ítøkiliga átøk tey fara at seta í verk fyri at tryggja føroyingar. – Hvat vil løgmaður?

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

2 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49