Tað er nú greitt, at tað er meiriluti í Løgtinginum fyri at kvinnur fáa fría fosturtøku til 12. viku.
Men meirilutin er so tepur, sum hann kann vera. Løgtingið hevur beint nú atkvøtt um uppskotið um at geva kvinnum frá fosturtøku til 12. viku.
Og úrslitið vísti, at tað eru 17 atkvøður fyri og 16 atkvøður vóru ímóti.
Tað merkir, at ongin atkvøða leyp av, tí bara ein atkvøða flytur frá ja til nei, fellur uppskotið
Men áðrenn uppskotið er endaliga samtykt, skal Løgtingið atkvøða um tað eina ferð afturat, og tað verður ein av næstu døgunum.
Tað, sum gjørdi, at Løgtingið varð samtykt, var, at Súsanna Bertholdsen fór úr Landsstýrinum og aftur í Løgtingið, so at hon kundi atkvøða fyri uppskotinum.
Hinvegin fór partamaður hennara, Djóni Nolsøe Joensen, sum er ímóti fríari fosturtøku, úr Løgtinginum og fór í Landsstýrið, so hann fær ikki atkvøtt.
Tey, sum atkvøddu fyri í dag, vóru øll úr samgonguni, uttan Hanna Jensen úr Framsókn, umframt javnaðarmenninir, Henrik Old og Jóhannis Joensen.
Men afturfyri atkvøddu Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen, úr Sambandsflokkinum, fyri uppskotinum