Ongi úrslit

Nú er tað alment váttað: Eyðun er nýggjur landsliðsvenjari

Atli Gregersen er hjálparvenjari og fer í summar at gevast at spæla í bestu deildini

Jonhard Hammer
14. februar kl. 11:11

Tað hevur leingi ligið í kortunum, og nú er tað staðfest. Á tíðindafundi í FSF húsinum nú klokkan 11 hava Eyðun Klakstein og Christian Andreasen FSF forseti skrivað undir uppá, at Eyðun Klakstein er nýggjur landsliðsvenjari.

Ivamál hevur verið um, hvussu tað fór at verða við hjálparvenjaranum. Síðstu árini hevur Eyðun Klakstein verið U-21 landsliðsvenjari, og Atli Gregersen hevur verið hjálparvenjari hjá honum. Tá ið Håkan Ericson í heyst varð sagdur úr starvinum sum landsliðsvenjari, tóku Eyðun og Atli á seg at hava ábyrgdina í teimum báðum síðstu dystunum í Nations League.

Tað gekst væl, og síðani hevur verið tosað um møguleikan, at teir báðir skuldu halda fram sum venjari og hjálparvenjari hjá A-landsliðnum.

Knúturin hevur verið, um taå fór at bera til hjá Atla Gregersen at halda fram at spæla við Víkingi samstundis sum hann er hjálparvenjari á landsliðnum. Nú er tann spurningurin svaraður.

Á tíðindafundinum í FSF húsinum varð upplýst, at Atli Gregersen fer at gevast at spæla við Víkingi, tá ið leikluturin hjá Víkingi í summar verður av. Nær tað verður valdast um, hvussu tað fer at ganga í Europa.

Víkingur vann FM í fjør og fer at luttaka í Europa í summar. Fyrst verður tað í Champions League, so í Europa League og síðani í Europa Conference League.

Nýggi landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein er 52 ára gamal. Hann var venjari í barndómsfelagnum KÍ í yngru deildunum, áðrenn hann í 2013 og 2014 vandi besta liðið. Í 2015 skifti hann til B36, sum hann vandi í tvey ár og vann FM við, áðrenn hann var venjari á Skála í tvey ár. Í 2020 vandi hann Víking inntil eftir summarsteðgin.

Síðani hevur Eyðun vant yngru landsliðini – U-17, U-19 og síðani 2023 U-21 landsliðið.

Landsliðsvenjararnir eru settir í tvey ár.

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

18 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40