Ongi úrslit

Nú er sjúkrabilurin komin til Sands

Á Sandi fegnast tey um, at lyftið, sum varð givið á sumri í 2024, nú er vorðið til veruleika

Louis Hansen, frá Sjúkraflutnings-tænastuni á LS og borgarstjórin á Sandi, Kristian Oskar Henriksen
Sands kommuna
4 tímar síðan

Tann 12. juni 2024 svaraði Margit Stórá landsstýriskvinna í Almanna- og heilsumálaráðið m.a soleiðis til ein fyrispurning, frá  Jacob Vestergaard, løgtingsmann. Fyrispurningurin var nr. 52-124/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í Sandoynni.

M.a svaraði Margir Stóra soleiðis:

Tað skal í hesum sambandi nevnast, at sløkkiliðið á Sandi og Tórshavnar sløkkilið, sum partur av tunnilstilbúgvingini, hava avtalu um, at ein sløkkiliðsbilur stendur klárur at brúka í einum bilhúsi á Sandi. Sambært Sjúkrahúsverkinum arbeiðir Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum við eini líknandi loysn við sjúkrabili í sama bilhúsi. Samskifti er millum partarnar um hesa avtalu, men enn er ikki komið endaliga á mál hesum viðvíkjandi.

Tað er Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava ábyrgd av sjúkrabilinum, meðan sløkkiliðið á Sandi eigur bilhúsið. Ætlanin er, at bilurin eftir tørvi skal mannast við starvsfólki frá sjúkraflutningstænasuni á Landssjúkrahúsinum, sum í bráðstøðum, og tá ið tað ikki er møguligt at nýta tunnilin, verða flutt til Sands við tyrlu.

sitat enda.

Nú er sjúkrabilurin komin í Sandoynna.

Vit í Sands kommuna kunnu við gleði staðfesta, at bilurin nú er komin og tað gleðast vit um, sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25