Ongi úrslit

Nú er nýggj avtala gjørd um at koyra dialýsu-sjúklingar

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 12:29

Síðani 2022 hevur Fjarðataxi havt uppgávuna at koyra dialýsusjúklingar í meginøkinum til og frá dialýsu á Landssjúkrahúsinum.

Men nú upp undir jól er ein nýggj avtala gjørd og sostatt hevur Sjúkrahúsverkið skift veitara, sigur  Sjúkrahúsverkið.

Hereftir verður tað nevniliga taxastøðin, Auto, í Havn, sum skal koyra dialysusjúklingar til og frá viðgerð.

Talan er um eina trý ára avtalu við Auto. Koyringin verður við tveimum nýggjum bilum, sum eru útgjørdir við hentleikum, ið eru lagaðir til sjúklingar, sum hava serligan tørv, sigur Sjúkrahúsverkið.

Bilarnir eru útgjørdir við lyft og eru sera rúmligir, leggja tey afturat.

– Við hesi avtaluni kunnu vit framhaldandi bjóða eina álítandi og samanhangandi tænastu frá byrjan til enda, sigur Sjúkrahúsverkið. 

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Bjørk boykottast

21 tímar síðan

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19