Ongi úrslit

Nú er nokk tosað um Suðuroyartunnilin - nú skal avgerðin takast

Áki Bertholdsen
20 tímar síðan

Nú er stundin komin at taka eina avgerð um Suðuroyartunnilin. Tað halda fleiri løgtingslimir, bæði í samgongu og í andstøðu.

Løgtingið hevur aftur í morgun umrøtt Suðuroyartunnilin og tað hendi tá ið Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurdi løgmann um bólkurin, sum kom við alternativu linjuføringini, hevur verið við í arbeiðnum í summar at eftirmeta arbeiðið.

Hann sigur, at hann hevur fingið at vita frá myndugleikunum at bólkurin vildi ikki vera við í arbeiðnum - men bólkurin sjálvur sigur, at eingin hevur bjóðað teimum við.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at honum vitandi hevur tunnilsbólkurin ikki verið við í arbeiðnum - men hann veit ikki akkurát hví.

Men hann vísir á, at allir flokkar á Løgtingi vóru samdir um at tað skuldi vera almenna tunnilsfelagið, sum skuldi standa fyri arbeiðnum, saman við óheftum ráðgevarum úr Noregi og í Íslandi.

Men annars eru tað fleiri løgtingslimir, sum halda, at nú er nokk tosað, tí nú má ein avgerð takast.

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at Løgmaður og Tunnilsfelagið hava gjørt eitt gott arbeiði í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Hann vísir eisini á, at Tunnilsfelagið hevur staðið fyri at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin - og tað við góðum úrsliti.

Og hann heldur, at tað skal Løgtingið halda seg til ístaðin fyri at lurta eftir einum bólki av sjálvsútnevndum serfrøðingum í at projektera tunlar, tí tað er bara at grugga og órógva arbeiði, sum hann málbar seg.

Nú er at fáa gongd á, heldur Jacob Vestergaard.

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, staðfestir, at tað er neyvan nakað mál, sum er viðgjørt so leingi og so væl, sum hetta málið.

Løgmaður og Løgtingið hava valt eitt felag, sum hevur gjørt hinar undirsjóvartunlarnar við góðum úrliti, sigur hann. Tí heldur hann, at tað er óskiljandi, at fólk halda fram at sáa iva um málið og at brúka Løgtingsins tíð upp á at grugga málið.

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er samdur, tí hann sigur, at nú hevur Løgmaður fingið heimild frá øllum flokkum til arbeiðið.

Tí mælir hann til, at Løgmaður og Tunnilsfelagið fáa arbeiðsfrið. Og hann vónar eisini, at Løgtingið stendur saman um tað tey hava lovað, og ikki lata seg trýsta av kreftum í samfelagnum, sum bara tæna einum endamáli, og tað er grugga málið, og seinkað tí.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sigur, at norðan fyri hava tey fingið fleiri tunlar og undirsjóvartunlar, og nú heldur hon, at suðuroyingar eiga tørn.

– Vit hava ongantíð hildið, at tað var rætta løtan at fara undir so stórar verkætlanir og nú Suðuroyartunnilin stendur fyri tørni, kenni eg alt aftur, sigur hon.

Vit hava ansað eftir, hvussu vit fara fram ímóti suðuroyingum. Vit kunnu ikki bara brúka pengar, tá ið tað gagnar okkum - men tá ið tað kemur til Suðuroynna, síggja vit bara forðingar, heldur tingkvinnan fyri Fólkaflokkin. 

Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi heldur, at tað er gott, at fólk taka lut í kjakinum - men nú er løtan komin at taka støðu til málið.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58