Ongi úrslit

Nú er Mattias seldur til Norra

Norska felagið Strømgodset hevur keypt føroyska landsliðsmálverjan frá FC Fredericia

Jonhard Hammer
10. januar kl. 12:15

Í dag er tað staðfest, sum seinastu vikuna hevur ljóðað. Føroyski landsliðsmálverjin Mattias H. Lamhauge fer nú at spæla við norska Strømgodset. Felagið kunnger í dag, at Mattias H. Lamhauge er keyptur frá FC Fredericia í superliguni. Síðsta kappingarár flutti Strømgodset niður úr bestu deildini, og málið er nú aftur at vinna pláss í bestu deildini.

-Eg eri ógvuliga væl nøgdur. Eg havi fylgt væl við í norskum fótbólti og visti um felagið, men eftir at eg eri komin higar, eri eg ovfarin yvir umstøðurnar, stadion og fólkini, sum eru í felagnum, sigur Mattias H. Lamhauge við heimasíðuna hjá felagnum.

Higartil í hesum kappingarárinum hevur Mattias H. Lamhauge spælt 15 dystir í bestu donsku landskappingini. Hóast hann hevur staðið seg rættiliga væl, so hevur tað ligið í kortunum, at venjarin ikki hevur fult álit á honum. Tað sæst aftur í, at felagið nú aftur hevur keypt málverjan, sum í fjør var orsøk til, at Mattias sat á beinkinum. Hann hevur verið í Norra og er keyptur aftur til FC Fredericia.

-Í Mattiasi fáa vit málverja, sum er djarvur og dugnaligur í fótbóltsspælinum. Hann er stinnur í brotsteiginum, og tað hevur týdning, at hann hevur royndir at spæla í bestu deildini, eisini í Europa, og at hann er landsliðsspælari, sigur ítróttarstjórin Jackie Rasmussen við heimasíðuna hjá Strømgodset.

Á heimasíðuni verður gjørt burturúr, at Mattias sum smádrongur búði sjey ár í Norra, har pápin var undir útbúgving.

-Tá ið eg hoyrdi, at Godset var áhuga í at knýta meg at felagnum, var fyrsti tankin, at tað var hugaligt at fáa møguleika at spæla har, sum eg vaks upp. Tá ið eg so staðfesti, at felagið eigur stolta søgu og vann NM í 2013 og steypafinaluna í 2010, so er tað ikki minni spennandi, sigur Mattias H. Lamhauge við heimasíðuna hjá felagnum og leggur aftrat:

-At felagið hevur stórar ætlanir og beinanvegin ætlar at vinna seg aftur í fremstu deildina og at vinna fastan sess í deildini ber við sær, at hetta avgjørt gevur meining at royna.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41