Ongi úrslit

Nú er Jógvan á toppinum

Ævigsøgan hjá Gerhardi Lognberg er millum tær tíggju mest seldu

Rit og Rák
3 tímar síðan

Rit og Rák skrivar soleiðis:

Her er metlistin fyri seinastu vikuna fyri jól

Einasta nýggja bókin á listanum er ævisøgan hjá Gerhardi Lognberg, sum strýkur upp á eitt triðapláss. Annars er raðfylgjan broytt soleiðis, at eingin bók liggur á sama plássi, sum á seinasta lista.

Svørt Orkide er dottin niður á eitt fjórða pláss, eftir at hava verið mest selda bókin hvørja viku, siðani Vonbjørt fekk Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins.

Tað kann eisini tykjast sum um Jógvan Isaksen hevur hevd upp á fyrsta plássið undan jólum.

Fyrst í januar gera vit listan fyri árið ið fór.

Vitja okkara heimasíðu. www.ritograk.fo Har sært tú allar tær nýggju bøkurnar, og alt okkara stóra vøruúrval annars.

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37