Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Hesi orðini hjá Lukasi hava ofta verið at hoyra seinastu vikurnar, og aftur í dag og í kvøld og í morgin verður jólaevangeliið lisið, og vit syngja Gleðilig jól.
Í Føroyum hava vit alla orsøk til nú á jólum at vera takksom, tí vit búgva í einum av heimsins bestu samfeløgum. Familjusamanhaldið eyðkennir okkara samfelag, og tíbetur er tað ikki neyðugt hjá nøkrum at vera einsamallur um høgtíðina.
Tey flestu eru saman við sínum kæru. Tað sæst eitt nú aftur í, at fleiri túsund seinastu vikuna eru komin heim úr útlondum at halda jól, og í ár hevur veðrið av álvara spælt við.
Í dag vórðu vit aftur mint á, at tað eru tey, sum í kvøld bjóða teimum til døgurða og jólahald, sum annars høvdu verið einsamøll. Tey eiga stórt herðaklapp uppiborið, sum soleiðis vísa næstrakærleika.
Hóast ferðin er sett niður, og vit hava lagt gerandishamin til síðis og spenna frá, so er tað neyðugt, at samfelagshjólini mala. Her verður eitt nú hugsað um tey, sum í arbeiðsørindum eru burturi frá sínum kæru. Tað kennist serligur dámur yvir tí, tá ið vit í útvarpinum hoyra fleiri hundrað landsmenn senda sínum kæru og okkum øllum jólaheilsu úr øllum heimsins heraðshornum.
Og her verður hugsað um tey, sum eru til arbeiðis á vælferðarøkjunum í kvøld og í nátt og um øll jólini og taka sær av teimum veikastu í okkara samfelag.
Vit ynskja teimum og øllum í landi okkara eini gleðilig jól. Tykkum, sum í hesum árinum fingu tungar byrðar at bera, tí tit vóru rakt av sjúku og sorg og vónbrotum, senda vit eina serliga jólaheilsu. Fyri trimum døgum síðani var stytsti dagur, og nú fara dagarnir aftur at leingjast, og vónina um ljós og betri tíðir eiga vit altíð.
Vit kenna okkum øll aftur í tí, sum verður sungið undan hvørjum jólum:
Fjart er hon stødd, men vit hoyra tað ljóð,
børn síni minnist sólarmamman góð:
Eg komi aftur til alt tað, sum grør
og andar á tí køldu jørð.
Børn eru børn, og tað verða vit við,
tá vit um jólatræið, lið um lið,
dansa og minnast á summar og sól,
meðan vit kvøða hátt um jól.