Ongi úrslit

Nú er Dame Edna deyð

Heimskendi skemtarin úr Avstralia var 89 ár nú hann doyði

Áki Bertholdsen
22. apríl 2023 kl. 13:41

Heimskendi skemtarin úr Avstalia Barry Humphries, er deyður í dag. 89 ára gamal. Hann er serliga kendur fyri at hava funnið upp á Dame Edna, sum er ein keipumynd av eini húsmóður í Avstralia.

Hann doyði á sjúkrahúsi í Sidney, har hann varð innlagdur við ymsum heilsuligum trupulleikum.

Hann var undirhaldari burtur av og stóð á palli í samfull 70 ár. Men umframt at vera skemtari, var hann eisini listamálari, yrkjari, rithøvundur.

Tað var í 1955 at hann fann upp á Dame Edna og tað gjørdi hann heimskendan. Eisini tilkomnir føroyingar minnast, at tann opinskáraða Dame Edna  var dagliga at síggja í sjónvarpi her hjá okkum.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

21 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00