Ongi úrslit

Nú ætlar hann sær aftur á Løgting - í koyristóli

Nú er eitt ár síðani Kaj Leo Holm Johannesen fór í farlovyi av heilsuávum

Her nýtur hann góðveðrið heima í túninum, men í heyst fer hann aftur í Løgtingið
Áki Bertholdsen
14. juli kl. 15:16

Nú er eitt ár síðani, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður fyri Sambandsflokkin, fór í farloyvi úr politikki, av heilsuávum.

Hann hevur fingið eina sjúku, sum rakar nervalagið og hjá honum hevur tað ført til, at hann er endaður í koyristóli.

Men nú ætlar Kaj Leo Holm Johannesen sær aftur á ting - í koyristóli.

Hann sigur, at hesum hevur hann boðað frá og nú eru tey í ferð við at rigga røðarapallin í Løgtinginum til, soleiðis at eisini fólk í koyristól kunnu røkja sítt starv í Løgtingingum og kunnu halda røðu.

Væntandi verður tað arbeiðið liðugt í septembur ella oktobur, og tá fær okkara høga ting eisini ein tinglim í koyristóli.

– Tað hevði verið fantastiskt at fingið eitt ár afturat í Løgtinginum, áðrenn løgtingsval verður aftur, í seinasta lagi í desembur næsta ár, sigur hann.

Hóast hann er løgtingsmaður, verður tað ikki á hesi ólavsøkuni, at hann verður við í ólavsøkuskrúðgonguni.

– Sum støðan er nú, verður tað ov strævið fyri meg, sigur hann.

Har er ein brøtt brekka tey skulu eftir av Mylnugøtu og niðan á Bryggjubakka - og Havnar kirkja er heldur ikki serliga atkomulig hjá fólki við rørslutarni, so tað verður av ongum fyri hansara viðkomandi.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14