Ongi úrslit

Noyðast at geva honum gætur

KT McFarland
Jóhanna Højgaard
7. apríl kl. 23:13

Næstu tímarnir fara at avgera framtíðina hjá øllum Miðeystri, og kanska enntá øllum heiminum.

Tað sigur fyrrverandi amerikanski varatrygdarráðgevin hjá Trump, KT McFarland, við Fox News eftir seinasta ultimatumið hjá Trump til Iran.

- Fólk noyðast at byrja at geva meira Trump meira gætur. Eg havi verið í støðum við honum í hansara fyrsta valskeiði, har hann mátti taka ordiliga truplar avgerðir.

Tað gjørdi hann. Og hann skilir týdningin av teimum, vandan í teimum og váðan. Men hann er fúsur at taka tær.

- Undirmeti ikki hansara førleikar. Hann bluffar ikki, sigur fyrrverandi trygdarráðgevin, og greiðir frá, at USA longu hevur alt uppá pláss, fyri at kunna eskalera bardagarnar.

Hettar sigur Mc Farland í kvøld, eftir at Karoline Leavitt, tíðindaleiðari í Hvítu Húsunum hevur boðað frá, at bert Trump sjálvur veit hvat hann fer at gera við Iran.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47