Norsku kongashúsini eru undir trýsti hesar dagarnar.
Í gjár kom tað fram at krúnprinsessa Mette Marit hevur havt samband við kynsbrotsmannin Geoffrey Epstein í fleiri ár, har tey eisini hava skriva fleiri teldupostar. Millum annað hava tey skrivað saman um, at Epstein kundi hugsa sær eina skandinaviska konu, og Mette-Marit skrivaði at hon longdist eftir honum.
Nýggjir, ørkymlandi smálutir eru í dag komnir fram í miðlinum VG um ákærurnar ímóti Marius Høiby, sonur Mette-Marit, sum hon átti áðrenn hon giftist krúnprins Håkon.
Undir gjøllu rannsóknini hjá løgregluni á telefonini hjá 29 ára gamla soninum hjá krúnprinsessu Mette-Marit, komu tey eftir øllum at døma fram á fleiri loyniligar faldarar, sum hann annars hevði roynt at goymt.
Sambært miðlinum vóru hesar faldarar uppkallaðir eftir kvinnum og vóru við kynsligum innihaldi. Innihald, sum millum annað vísir kynsgøgn og kynsligan samlegu við kvinnum, og sum stava bæði nýliga og fleiri ár aftur í tíðina.
Tilfarið er samansett av bæði myndum og videobrotum, sum eru upptikin við samtykki, men eisini nakað, sum sambært løgregluni skjalprógvar misnýtslu, skrivar VG.
VG hevur verið í samband við verjan hjá Høiby, Petar Sekulic, sum ikki vil gera viðmerkingar til ákærurnar áðrenn rættarmálið, sum byrjar týsdagin 3. oktober, í býarrættinum í Oslo.
Myndirnar og videobrotini hava verið fjald á loyniorðsvardu appini Photo Vault, m.a.
Marius Borg Høiby hevur fleiri aðrar ákærur ímóti sær, har fýra teirra snúgva seg um neyðtøku.
Marius noktar seg sekan í álvarsamastu ákærunum. Men kan hann fáa upp til 10 ára fongsulsrevsing, um hann verður dømdur fyri tær.