Norðurlendski Dan Brown endar sína trilogi í Føroyum

Danski rithøvundurin Martin Holmslykke gevur í dag – 23. april – sína síðstu bók – Frejas Tårer – út í sínari trilogi, ið lýsir dramatiska sambandið millum tveir trúarbólkar, sum goyma eitt loyndarmál, ið kann broyta javnvágin millum menn og kvinnur

Sigurjón Einarsson
23. apríl 2021 kl. 15:41

Seinasta stríðið millum hesar trúarbólkar gongur fyri seg í Føroyum, og hóast rithøvundurin longu áðrenn var bergtikin av Føroyum, so bleiv hann forelskaður í Føroyum, meðan hann gjørdi sína undankanning her á landi.

Søgan gongur fyri seg í Keypmannahavn, men sum við einari norðurlendskari krimi – við lyklum, ið skulu finnast, eins og í einari Dan Brown-bók, so koma báðir høvuðspersónarnir víða um, tá teir skulu uppklára loyndarmálið hjá Freju. Og tað er í hesum sambandi, at trúarstríðið og stríðið millum kynini endar í Føroyum í síðstu bókini av trimum hjá Martini Holmslykke.

Tann sokallaða Gabelstíðin var frá 1662-1709, og tað er tikið við í síðstu bókini, Frejas Tårer.

- Eg havi tikið Gabelstíðina upp í Frejas Tårer, ið er ein tíð sum ein dani ikki kann vera errin av, men tað er nakað, sum nógvir danir ikki kenna til, og eg haldi, at tá mann hevur fingið amboð sum rithøvundur til at greiða frá um søguligar tilburðir á ein annan hátt, enn til dømis í einari fakbók, sum tey fægstu lesa, sigur rithøvundurin, sum á síni kanningarferð í Føroyum fekk merkja, hvat føroyska náttúran hevur at bjóða.  

Tað var í november mánaði, at Martin Holmslykke ferðast í Føroyum og fekk íblásturin til føroyska partin av skaldsøguni, har hann bæði upplivdi føroyska blíðskapin, men eisini upplivdi óstøðuga føroyska veðurlagið. Fyri at skilja hetta, er tað neyðugt at lesa skaldsøguna, tá rithøvundurin roynir at flætta hetta serliga huglagið inn í síðstu bókina.

- Skalt tú vísa næstakærleika, tá ið tú stendur yvirfyri tínum fígginda ella skalt tú enda stríðið við at beina fyri teimum, sigur Martin Holmslykke kryptiskt spyrjandi við Dimmalætting.

Føroyski parturin í skaldsøguni

Báðir høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Isabella Luz og Christopher Kingo, møta báðum trúarbólkunum í Føroyum í seinastu uppgerðini. Lesarin skal hava endurloysingina – finst loyndarmálið hjá Freju í Føroyum, og ger tað tað, hvat er so loyndarmálið?

Tað eru víðgongdir menn og kvinnur, sum Martin lýsir. Tey vilja ikki hava javnrættindi. Báðir partar vilja hava alla maktina. Hetta er eitt stríð millum ættarlið um at goyma stóra loyndarmálið, ið kann broyta javnvágin millum menn og kvinnur. Men hvat er loyndarmálið, og hvussu kann tað broyta javnvágin millum menn og kvinnur?

Sjálvur droymir Martin um, at vit kunnu leggja allar boksir til viks og bara vera menniskju, men í bókini fær stríðið millum kynini fulla skrúvu.

Sum samkyndur, har ein fyrrverandi sjeikur kom frá donsku Heimamissiónini, hevur Martin Holmslykke gjøgnum fleiri ár merkt, hvat verður væntað av honum vegna sítt kyn og at vera sæddur sum skeivur.

- Foreldur hansara vóru vís í, at eg og mín eks-sjeikur fóru til helvitis, tí vit vóru samkyndir, greiðir Martin frá og letur ongan iva vera um, hvar brennievni til bókina kemur frá.

Fakta:

Martin Holmslykke er 51 ára gamal og býr til dagliga í Keypmannahavn. Eisini hevur hann búð í ymiskum londum í styttri og longri tíðarskeið, sum til dømis í Brasilia, Kanada og USA. Til dagliga arbeiðir hann sum vaktleiðari fyri tey kongaligu og statsligu slottini.

Martin hevur altíð skrivað og dámar væl at finna søgur, og tað liggur nokk í hansara dna. Abbabeiggin var vísusangarin Sigfred Pedersen, sum millum annað skrivaði vísuna “Katinka, Katinka” og “Tørresnoren”.

Martin Holmslykke fekk sítt “gjøgnumbrot”, eftir at hann hevði givið stuttsøguna “Den Aften” út, ið snýr seg um ein mann, sum verður neyðtikin. Hesa stuttsøgu valdi DR at sýna fram í ungdómssendingini Zig Zag. Hereftir útgav hann ungdómsbókina “Det Fortærende”, um ein mann, sum hevur etingarmótboð og verður nýtt til undirvísing.

Hesi seinastu árini hevur hann brúkt tíðina uppá at skriva Freja-trilogi´ina, ið snýr seg um javnstøðustríðið í Norðurlondum, har menn og kvinnur enda í vápnaðum samanbrestum.

Báðar tær fyrstu bøkurnar í trilogi´ini hjá Martini eru valdar sum lurtarafavorittar á eReolen (ljóðbók, red.) í 2020.

Bókin fæst millum annað í H.N. Jacobsens Bókahandli og kemur út í dag – 23. apríl.