Ongi úrslit

Norðkoreanskir soldatar vilja flýggja úr Ukraina til Suðurkorea

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
3. november 2025 kl. 22:30

Tveir norðkoreanskir soldatar, sum vóru sendir at stríðast fyri Russland í Ukraina, eru tiknir til fanga á vígvøllinum. Nú vilja teir ikki aftur til heimlandið, men verða sendir til Suðurkorea.

Teir eru tveir út av umleið 10.000 norðkoreanskum soldatum, sum síðsta ár vórðu sendir til Ukraina at stríðast fyri Russland.

Sambært donskum miðlum, hevur samstarvið millum Nordkorea og Russland ein ávísan og óhugnaligan dám: Nordkoreanskir soldatar fáa regluliga boð um at fremja sjálvmorð fyri at sleppa undan fangaskapi. Nakrir hava fingið boð um at sprengja seg sjálvan við granat.

Hetta er ein avbjóðing fyri altjóða rættar- og mannrættindaskipanir, og hendingin undirstrikar vandan og alvorið í stríðnum, har stríðsfólk eru send til fremmandar vígvøllir undir stjóranum í Nordkorea.


Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41