Nógvir hundar fáa sjokulátaeitran á jólum

Hundaeigarar eiga at vera eyka varin á jólum, tá tað kemur hundar og sjokulátu

Sigurjón Einarsson
22. desember 2020 kl. 07:50

Sjokuláta er nakað av tí ringasta, tú kanst geva tínum hundi. Og serliga er tað í høgtíðum sum á jólum, at hundaeigarar skulu vera eyka ansin við teirra fýrbeinta vini, ljóðar niðurstøðan í einari gransking.

Við at fara ígjøgnum 200 sjúkradagbøkur hjá djóralæknum í Onglandi, funnu granskarar dømir um hundraðtals hundar, ið høvdu fyri neyðini at fáa eina djóralæknaviðgerð, eftir teir høvdu fingið ella stolið jólasjokulátu, gávueskjur við sjokulátu og enntá – í einum føri – eitt krúss við heitari sjokulátu.

Hóast fleiri hundar dáma væl sjokulátu, so kann tað vera eitrandi fyri teir, sjálvt í smáum nøgdum.

- Tað týdningarmiklasti boðskapurin er fyrst og fremst at tryggja, at fólk skilja, at sjokuláta kann vera ein møguligur trupulleiki og tess vegna eru meira eftiransin við teirra sjokulátagávum í feriutíðum, sigur ein av høvundunum í kanningini, Philip Jones, sum er lektari á lærda háskúlanum í Liverpool, sambært BBC.

Kanningin er útgivin í tíðarritinum, VetRecord.

Í ringasta føri kunnu hundar doyggja

Tað er evnið “theobromin”, ið finst natúrliga í kakaobønum og verður vunnið burturúr skalinum á kakaobønum, sum er eitrandi fyri hundar. Ja, eisini fyri okkum fólk, men tað skal vera í heilt stórum mongdum, áðrenn tað verður vandamikið fyri okkum.

Theobromin hevur eina stimbrandi ávirkan á hjartað og heilan hjá bæði fólkum og hundum, men teir fýrbeintu hava nógv lægri mark fyri evninum, enn hvat vit tola. Evnið verður eisini niðurbrotið nógv seinni hjá hundi enn hjá fólki.

Kanningin fann fram til, at hundar kunnu gerast yvirstimbraðir av evninum og kunnu fáa krampa ella fáa órógv við hjartarútmuni. Í ringasta føri eru dømir um, at hundar eru deyðir av sjokulátueitran. Kanningin nevnir eisini, at rosinur eru ein annar jólatjóvur, tá tað kemur til viðkvæmar magar hjá besta vini mansins.

Fýra ferðir fleiri eitraðir hundar um jólini

Í hesari kanningini gjøgnumgingu granskararnir elektroniskar sjúkradagbøkur frá 200 djóralæknum í Onglandi, ið svarar til umleið 10 prosent av øllum djóraviðgerðarstovnum í Onglandi.

Hagtølini stava frá árunum 2012 til 2017, altso fimm ár. Út frá hesum hagtølum kundu granskararnir rokna seg fram til, at vandin fyri sjokulátueitran var fýra ferðir størri um jóltíðir enn á einum vanligum degi, har sjokulátaeitran er ein fjórðingur av øllum tilburðum, tá hundar hava fingið staðfest magaeitran.

Hundaeigarar eiga at seta seg í samband við djóralæknan, hevur teirra lodni vinur etið nakað av sjokulátugóðgæti og hevur ampa av hesum, leggja granskararnir dent á.

- Og áðrenn eigararnir ringja, eiga tey at hava eina meting av, hvussu nógv og hvat fyri slag av sjokulátu hundur teirra hevur etið, sigur Philip Jones, sambært BBC.

Myrk sjokuláta er tað ringasta

Tað er serliga tann myrka sjokulátan, ið mann skal vera ansin við, tí myrk sjokuláta inniheldur eina størri mongd av theobromin enn ljós sjokuláta hevur, og er sostatt meira eitrandi fyri hundar.

Í roynd og veru skal tað ikki meira enn 10 gramm av 70 prosent sjokulátu per kilo til at skapa eina sjokulátueitran hjá hundi, greiðir Charlotte Reinhard Bjørnvad frá í samrøðu við videnskab.dk, ið til dagliga arbeiðir sum djóralækni í Frederiksberg. Eisini har upplivir hon eina øking av sjokulátueitran hjá hundum um jólini.

Nakrar kanningar siga enntá, at tað skal ikki meira enn 3 gramm per kilo til at eitra ein hund.

- Hundar hava lyndi til at halda, at sjokuláta er leskiligt at eta, og tí er tað týdningarmikið at halda eyga við hesum. Tað er sjáldan, at fólk koma inn her og siga, at tey hava givið sínum hundi sjokulátu við vilja. Tey flestu vita gott, at sjokuláta ikki er gott at geva hundum at eta, greiðir Charlotte frá.