Hetta seinasta árið er prísirnir, sum heild, hækkaðir 0,7 prosent. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Men sum gongdin hevur verið seinastu árini, er hetta ikki serliga nógv, tí hesi seinastu fimm árini, eru prísirnir hækkaðir heili 20 prosent.
Men tað er rættiliga ymiskt, hvussu prísirnir hava háttað sær. Sum vit skrivaðu fyrr í dag, eru prísirnir á ávísum matvørum, munandi hækkaðir.
Men hinvegin eru tað aðrar vørur og tænastur, ið hava tálmað prísvøkstrinum.
Og í hesum sambandi sæst, at tað er vorðið munandi bíligari at eiga ein bústað - men aftur fyri er tað hinvegin vorðið munandi dýrari at leiga sær ein bústað.
Í miðal er tað níggju prosent bíligari at eiga ein bústað, enn tað var fyri einum ári síðani.
Í yvirlitinum hjá Hagstovuni sæst, at hetta er serliga tí at hetta seinasta árið er rentan lækkað nógv. Hagstovan sigur, at í miðal er rentan av bústaðarlánum lækkað yvir 40 prosent hetta seinasta árið.
Hinvegin er tað blivið munandi dýrari at leiga sær bústað, tí sum heild er leigan hækkað 11 prosent í miðal hetta seinasta ári. Somuleiðis eru eisini hondverkaraútreiðslurnar hækkaðar nakað.