Ongi úrslit

Níggju grindir løgdu beinini í fjør - á sjey hvalvágum kring landið

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Árið í fjør var eitt hampiligt grindaár - í hvussu so er um vit taka hesi seinastu árini. Eitt uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør løgdu níggju grindir beinini á sjey ymsum hvalvágum.

Talvan vísir, hvussu nógvar grindir hava lagt beinini hesi seinastu nógvur árini, síðani 1952

Tað merkir, at á tveimum hvalvágum, í Hvannasundi og í Hvalba, doyðu tvær grindir. Uppgerðin vísir, tilsamans doyði 868 hvalir í teimum níggju grindini og tilsamans vóru teir upp á 6.566 skinn.

Verður hugt eftir hesum seinastu árunum, er tað eitt hampiligt ár.

Talvan vísir, hvussu nógvir hvalir eru deyðir hesa seinastu nógvu árini, síðani 1952

Tað eru kanska ikki øll, sum geva sær far um, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri húsarhaldini.

Tað gamla hevur verið, at eitt skinn av grind er 50 kilo av tvøsti og 25 kilo av spiki, ella tilsamans 75 kilo.

Men Heimabeitið skrivar, at Dorete Bloch, hevur vigað 32 hvalir og hon kom til ta úrslit, at eitt skinn av grind svarar til 38 kilo av tvøsti og 34 kilo av spiki, ella tilsamans 72 kilo.

Sostatt fingu vit tilsamans minst 472.752 kilo av mati ókeypis í húsið burtur úr teimum níggju grindunum, sum løgdu beinini í fjør.

Tað er ikki óvanligt, at tvøst og spik verður selt. Prísirnir eru rættiliga ymiskir, so tað er øgiliga ringt at seta handilsvirðið á grind, Men vit hava sæð lýsingar, har spik verður selt fyri 200 krónur kilo og tvøst fyri 500 krónur kilo.

Men finna vit ein ógvuliga sámuligan prís og siga, at miðalprísurin er 100 krónur kilo, fingu vit mat fyri tilsamans slakar 47,3 milliónir ókeypis í húsið burtur úr grindunum, sum doyðu í fjør.

Talvan niðan fyri vísir, hvar tær níggju grindirnar, sum løgdu beinini í fjør, vóru.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01