Ongi úrslit

Niels Juel vann fyrsta HM-heiðursmerki í vektlyfting fyri Føroyar

Føroya Styrkisamband
24. sepember kl. 23:40

 Í HM-kappingini í olympiskari vektlyfting fyri masters í Las Vegas í Nevada, USA fyrr í hesum mánaðinum vann Niels Juel Arge bronsuheiðursmerki fyri Føroyar.

Í mai mánaða vann hann eisini fyrsta EM-heiðursmerki fyri Føroyar í masters kapping í Durres í Albania, eisini úr bronsu.

Tey bæði bestu lyftimi hjá Niels Juel í Las Vegas vóru 81 kg í trekk (snatch) og 115 kg í stoyt (clean & jerk) ella íalt 196 kg, sum rakk til triðja pláss.

Umframt bronsuheiðursmerki fyri triðja pláss íalt vann Niels Juel eisini bronsuheiðursmerki fyri triðja pláss í stoyt. 

Føroyar fingu fullan limaskap í Internatiomal Masters Weightlifting Association (IMWA) fyrr í ár. Komandi ár verður EM í Belgia og HM í Grikkalandi.

Áðrenn altjóða viðurkenningina kappaðist Niels Juel fyri danir og vann tá eina HM-bronsu og tvey EM-silvur.

Pól Hendrikur Andreasen frá felagnum Stoyt gjørdi skránna til venjingina, sum fer fram í Burn í Havn og Orka Fitness á Tvøroyri.

Sára Svartá var hjálpari til kappingina. Stuðlar til HM- og EM-kappingarnar vóru Luna, Málarameistarin Finnur Svartá Sørensen og Forlagið Tjarnardeild.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Alt selt eftir ein minutt

19 tímar síðan

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00