Fimm ferðir var tað Súna Krossteig Hansen, sum átti uppleggið, tá ið Føroyar skoraðu mál í 25-21 heimasigrinum móti Portugal í kvøld. Harvið var hon fleiri ferðir avgerandi í álopspartinum, hóast hon ikki var málskjútti. Føroyskir málskjúttar í kvøld vóru Lív S. Poulsen 5, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5, Pernille Brandenborg 4, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Jana Mittún 3, Bjarta Osberg Johansen 1 og Rannvá Olsen 1.
Súna staðfestir, at í kvøld var tað verjuspælið, sum bar sigurin við sær.
-Tað riggaði ikki í álopsspælinum soleiðis, sum tað gjørdi í HM endaspælinum. Eg haldi, at nervarnir spældu okkum eitt puss, og at talan var um so mikið nógv mistøk komst eisini av, at vit ikki hava verið saman síðani HM endaspælið. Nú hava vit møguleika at venja nakrar ferðir, áðrenn vit sunnudagin fara á vøllin í Portugal, og so vóna vit, at neyvleikin verður størri, enn hann var í kvøld, sigur Súna Krossteig Hansen.
Hvat tosaðu tit um í steðginum?
-At verjuspælið var soleiðis, sum tað skuldi vera, og at tað var neyðugt við størri neyvleika í álopspartinum, og at vit har vóru betri til at halda røttu fjarstøðuna. Um vit fáa álopsspælið at rigga betur sunnudagin, so fara vit at hava møguleika at fáa stig við okkum til hús aftur, sigur Súna Krossteig Hansen.