Ongi úrslit

NAFO: Flemish Cap-toskurin er framvegis undir trýsti

Fiskivinnufelagskapurin NAFO mælir til, at veiðan eftir toski á Flemish Cap í 2026 ikki fer upp um 15.360 tons. Tað skal tryggja, at toskastovnurin framvegis hevur góðar møguleikar at koma fyri seg og halda seg støðugan.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Hetta kemur fram í nýggja tilmælinum frá vísindaráðnum hjá NAFO.

Stovnurin er framvegis omanfyri markið fyri vandastøðu, men er ikki komin aftur í eina veruliga trygga støðu. Samstundis vísir frágreiðingin, at lítið av ungum toski er komið til stovnin í 2023 og 2024.

Stovnurin hevur staðið í stað

Vísindafólkini siga, at nøgdin av gýtingarfiski minkaði nógv eftir 2017. Kortini hevur stovnurin verið rættiliga støðugur seinastu fýra árini.

Sterkir árgangir í 2011 og 2012 vóru týdningarmiklir fyri menningina hjá stovninum. Men síðani hevur tilgongdin verið nógv veikari.

Í 2021 varð tó skrásettur ein góður árgangur.

Fiskitrýstið er framvegis lágt

NAFO upplýsir, at fiskiskapurin eftir Flemish Cap-toski hevur verið hildin á einum støði, sum sambært vísindafólkunum ikki setir stovnin í álvarsligan vanda.

Sambært frágreiðingini hevur fiskitrýstið verið lutfalsliga lágt, síðani fiskiskapurin varð latin uppaftur í 2010.

Vísindafólkini brúka ymisk mørk fyri at meta um, nær fiskiskapur verður ov harður. Eitt mark vísir, nær vandin fyri afturgongd verður ov stórur, meðan eitt annað verður brúkt sum eitt tryggari mál fyri at verja stovnin betur.

NAFO staðfestir, at fiskiskapurin í 2024 var undir báðum hesum mørkum.

Nýggjar avmarkingar í fiskiskapinum

Fiskiskapurin eftir Flemish Cap-toski fer fram bæði við troli og línu. Toskur verður eisini tikin sum hjáveiða í øðrum fiskiskapi.

Í 2021 komu nýggjar reglur í gildi. Millum annað varð beinleiðis fiskiskapur stongdur fyrsta ársfjórðingin, og krav um sorteringsristir varð sett í verk fyri at verja smáan fisk.

NAFO staðfestir eisini, at størri óvissa nú er í metingunum, tí lívfrøðilig dáta mangla frá 2023 og 2024.

Tað snýr seg millum annað um upplýsingar um aldur, longd og búning hjá fiskinum.

Næsta fulla stovnsmetingin verður gjørd í 2026.


Um NAFO

Northwest Atlantic Fisheries Organization, vanliga stytt til NAFO, er ein altjóða fiskivinnufelagsskapur, sum umsitur fiskastovnar í norðara parti av Atlantshavinum uttan fyri tjóðarøkini hjá londunum. Felagsskapurin varð stovnaður í 1979 og hevur høvuðssæti í Halifax í Kanada.

Heimasíða: https://www.nafo.int/

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Álop á jødar í London

29. apríl kl. 13:09