Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sunnanfyri upp í strúk, 13 m/s, hálvskýggjað og kanska okkurt vátakavaæl. Í kvøld um alt landið frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og kava- ella vátakavaæl. Í nátt gongur hann upp í norðan, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kavi ella vátakavi, móti morgni stundum grov æl. Hitin 0 til +4 stig; í kvøld og frameftir -2 til +2 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og kavi ella vátakavi, stundum grov æl. Seinnapartin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og smákavi, tó okkurt grovari ælið. Hitin -2 til +2 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og smákavi, tó stundum grovari æli. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Um náttina veksur vindurin upp í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og kavi, móti morgni nógv av kava. Hitin -1 til +4 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og kavi ella vátakavi, eitt skiftið fitt av avfalli. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og møguliga nógvur kavi. Hitin -2 til +2 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og kavi ella kavaæl. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og kavi. Um náttina norðan. Hitin -2 til +2 stig.
Mánadagin
Frískur vindur upp í strúk norðan, samdrigið og kavi. Hitin -3 til +2 stig.