BÓK eftir Lív Maria Róadóttir Jæger er ein yrkingasavn við 54 yrkingum, sum kanna menniskjaligar royndir við serligum atliti at kroppi, kenslum og sambondum. Yrkingarnar eru nærverandi og persónligar, men bera eisini brá av einum felags minni, sum um tær lýsa eina verð, ið bæði longu er farin og samstundis er um at taka skap.
Við greiðum og vøkrum máli setur bókin orð á tilveruna, har natúra, sansir og kropsligur nærleiki flætta seg saman í eina heild. BÓK kann lesast sum ein nútímans skapanarsøga, ið lýsir okkum øll við einari beinraknari og sterkari rødd, og sum bjóðar lesaranum inn í eina djúpa lesiuppliving, ið er verd at venda aftur til.
Lív Maria Róadóttir Jæger (f. 1981) er ein føroyskur rithøvundur og yrkjari, sum í fleiri ár hevur verið ein týðandi rødd á føroyska bókmentapallinum. Hon hevur givið út fleiri yrkingasøvn, millum annað Hvít sól (2015) og Eg skrivi á vátt pappír (2020), ið gav henni M.A. Jacobsens bókmentavirðisløn og eina tilnevning til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021.
Við einum persónligum og sansaligum máli arbeiðir Lív við evnum sum samleiki, sambond og menniskjalig tilvera. Hon er eisini ph.d.-lesandi í kreativari skriving á Fróðskaparsetri Føroya og heldur fram við at menna og víðka føroyska bókmentaheimin við sínum sermerkta og nútímans rødd.
Listin Topp 5 - Keyptar bøkur í mars 2025:
Rit & Rák
Syng - Pauli Hansen, Zacharias Sørensen
Hendur ið sleptu – Óli Jacobsen
Føroysk mineral & grótsløg – Lis Mortensen, Barbara Biskopstø Thorsteinsson, Uni Árting
Marta Marta - Marjun Syderbø Kjelnæs
Góðaráð – Jonhild Henriksen
Gamli Bókahandil (HNJ)
Syng - Pauli Hansen, Zacharias Sørensen
Stigin – Stuttsøgusavn hjá Glasi
Svørt orkidé – Vónbjørt Vang
Alkohol kongur í klostur – Høgni Mohr
Plantur til matna – Sigga Rasmussen
Topp 5 – Útlán í mars 2025:
Bókasavnið við Løkin
List – Eyðun Klakstein
Marta Marta – Marjun Syderbø Kjelnæs
Svørt orkidé – Vónbjørt Vang
Vilstar røtur – Ingun Christensen
1804 – Rúni Hjelm Bjarkhamar
Klaksvíkar bókasavn
Sjókæti – Sólrun Michelsen
Søsterstrik – Gunvør Reyðberg
List – Eyðun Klakstein
Djarva Sára skinfluga – Mourits Mohr Joensen
Hendur í sleptu – Óli Jacobsen
Býarbókasavnið
Svørt orkidé - Vónbjørt Vang
Kavafonnin grætur - Jógvan Isaksen
Gula hurðin – Jón Thorsteinsson
Marta Marta – Marjun Syderbø Kjelnæs
Hey ☺ - Trygvi Danielsen