Ongi úrslit

Nær fáa føroyar eina vælferðarplan?

Brekrættindanevndin hjá ST vísti á  bæði í 2024 og tá fyrsta skuggafrágreiðingin varð gjørd í 2014, at tað er neyðugt at gera eina langtíðar brekpolitiska ætlan, ið m.a. ásetur mál fyri vælferðarsamfelagið. Nú eitt ár er farið síðan seinastu niðurstøðurnar, er enn ongin ætlan gjørd

Megd
6 tímar síðan

Fyri okkum, ið starvast innan brekøkið, er trupult at síggja framgongd ella útlit til, at mann arbeiðir við at gera eina langtíðar ætlan innan brekøkið. Fyri einum ári síðan var Føroyar til hoyring í ST um støðuna innan altjóða brekrættindi, og bíða vit enn eftir, at nakað ítøkiligt skal henda.

Vit hava fingið eitt Brekumboð og virkar tað sum um mann heldur, at tað skal loysa allar avbjóðingar, men so er ikki.

Í Danmark hava stjórin fyri mannarættindastovnin Institut for Menneskerettigheder saman við formanninum fyri danska meginfelagið á brekøkinum Danske Handicapkorganisationer eina kronik saman um støðuna har, nú eitt ár er farið síðan viðmerkingarnar komu frá ST nevndini.

Kunnu vit ímynda okkum ein gerandisdag, har mann allatíðina skal berjast fyri at fáa javnbjóðis atgongd til grundleggjandi tørvir, frælsi og rættindi? til arbeiði og útbúgving á líka fót við onnur, møguleika fyri fríðum flytiføri og luttøku í almennum og mentanarligum tiltøkum á líka fót við onnur? Nøktandi hagtøl og gransking, ið førdur politikkur verður grundaður á? Og lógarfest bann móti mismuni vegna brek?

Hetta er alt nakað, ið fólk ið bera brek mugu stríðast fyri dagliga í Føroyum.

At verða útihýstur úr felagsskapinum og møguleikanum fyri at luttaka í samfelagnum á líka fót við onnur, orsakað av einum breki er dagligdags avbjóðingin fyri nógv fólk, orsaka av sínum  breki.

Vit hava beint nú hildið jól, har gudstænastur, jólasendingar og mangt annað er sent í Kringvarpi Føroya, uttan tekst og teknmálstulking. Her er eitt stórt afturstig hent í mun til undanfarin ár, og sigur hetta okkum eitt sindur um, hvussu hugburðurin er mótvegis fólki, ið bera brek.

Ein gudstænasta var atkomulig fyri øll, og var hon send við teksti og teknmálstulki, hetta var árliga gudstænastan hjá Javna.

MEGD hevur áhaldanindi heitt á myndugleikarnar um at gera eina brekpolitiska virkisætlan, har mann ítøkiliga stingur út í kortið hvat mann ætlar, nær og hvussu mann ætlar at røkka tey góðu fakligu ráð og tilmæli, ið fleiri ferðir eru komin frá ST nevndini, og vit bíða enn.

MEGD vil ynskja øllum føroyingum eitt gott 2026, og vóna vit at mann politisk sær álvaran í, at eingin føroyingur verður útihýstur orsakað av at mann ber brek, og tí ger álvara av, at gera eina brekpolitiska virkisætlan, so øll í framtíðini kunnu hava somu møguleikar og rættindi í okkara landi.

 Vegna MEGD,

Ása Olsen, forkvinna

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

14 tímar síðan

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

20 tímar síðan

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10