Í hesum sætta parti av poddinum viðgera vit aktuella evnið samgongusamráðingar.
Vanliga samvertaparið eru sundurskildir í nakrar dagar, so í hesum partinum er Sólvit einsamallur av føstu vertunum, men í Unasa stað er komin ein kvinna við drúgvari politiskum royndum, enn vit báðir hava samanlagt: Bjørt Samuelsen.
Vit tosa m.a. um hvussu tað er at vera í samgongusamráðingum, hvussu nógv trýst mann kann leggja á hinar flokkarnar, hvussu eitt samstarv helst skal røkjast og hví summi mál gerast politiskir trupulleikar.
So sleppur Bjørt eisini at svara upp á, um hon gevst í politikki, tí hon ikki gjørdist forkvinna í Tjóðveldi