Ongi úrslit

MYNDIR: Føroyskt vinnulív var sterkt umboðað á Seafood Expo Global

Føroyskt vinnulív var aftur í ár væl umboðað á heimsins størstu fiskivinnumessu, Seafood Expo Global, sum varð hildin í Barcelona í døgunum 21. til 23. apríl.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Luttøkan er vaksandi, og áhugin fyri altjóða samstarvi er stórur. Í alt tóku 13 føroyskar fyritøkur lut á føroyska landabásinum, sum hevur verið fastur partur av messuni í nógv ár.

Harumframt vitjaðu fleiri aðrar føroyskar fyritøkur og vinnulívsfólk stevnuna. Á messuni vóru um 2.300 fyritøkur úr 86 londum.

Eitt fultsett flogfar fór úr Føroyum til Barcelona, sum 62°N Vinna skipaði fyri. Felagið hevur í fleiri ár samskipað vinnuferðir til messuna.

Strategiskur pallur fyri føroyskar fyritøkur

Seafood Expo Global er ein týdningarmikil miðdepil fyri framleiðarar, keyparar og veitarar innan fiskivinnu úr øllum heiminum.

Fyri føroyskar fyritøkur er talan um ein strategiskan pall, har ið tilber at menna sambond og skapa nýtt samstarv.

– Føroyskar fyritøkur hava áhuga í at framhaldandi styrkja síni altjóða sambond, sigur Leivur Samuelsen, stjóri á 62°N.

Politisk vitjan og stuðul

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, vitjaði eisini messuna og føroyska landabásin.

Hann hitti føroyskar fyritøkur og fekk innlit í gongdina í vinnuni.

– Føroyska fiski- og alivinnan er í heimsflokki, bæði tá ið tað kemur til rávøru og veitarar, sigur landsstýrismaðurin.

Áhugin fyri føroysku luttøkuni er alsamt vaksandi, og nógv bendir á, at tørvurin á slíkum felags vinnuferðum fer at halda fram.

Luttøkan staðfestir føroyska vinnulívið sum ein virknan part av altjóða fiskivinnuni og styrkir støðuna á marknaðinum.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30