Ongi úrslit

Mouritz heldur fram sum formaður

Mouritz Mohr heldur fram sum formaður, eftir at Sjóvinnufelagið hevði aðalfund hósdagin 30. apríl.

Sjóvinnufelagið
4 tímar síðan

Hósdagin 30. apríl var aðalfundur í Sjóvinnufelagnum. Á aðalfundinum stóðu Alina Jespersen og Christian Danielsen fyri vali. Bæði tóku við afturvali og vórðu vald í nevndina fyri komandi tvey árini. Harumframt varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama formansskapi sum áður. Mouritz Mohr heldur fram sum formaður, og Julian Johansen heldur fram sum næstformaður.

Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær tí soleiðis út:

  • Mouritz Mohr, formaður

  • Julian Johansen, næstformaður

  • Alina Jespersen, nevndarlimur

  • Christian Danielsen, nevndarlimur

  • Hanus Mikkelsen, nevndarlimur

  • Frimodt Rasmussen, tiltakslimur

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14