Montaigne á føroyskum

Í dag kemur ”ESSAY” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Tað er forlagið HEMLIÐ, ið gevur bókina út

Tíðindaskriv
23. november 2021 kl. 16:17

Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú er kendasta verk hansara flutt yvir í føroyskt mál. Talan er um fyrstu bók av trimum í røðini ESSAY.

Ein søgumaður hevur lýst árið 1580 sum ódnareygað. Eitt andarhald við stokkutari logn, tá ið tey ógvisligu trúarkríggini í Fraklandi eru í ferð við at skifta úr einum skeiði í eitt annað. Júst hetta árið gevur Montaigne út fyrsta upplagið av sínum Essayum.

Michel de Montaigne (1533-1592) vaks upp á borgini Montaigne tvær míl eystan fyri Bordeaux. Ættin var múgvandi yvirstætt, og Michel fekk eina nútíðar uppaling tá í tíðini. Eftir løgfrøðiútbúgving skapti hann sær eitt navn í løgfrøðiligari og politiskari yrkisleið og sat í høgum embætismannastørvum eftir ættarsiðvenjuni.

Seinni loysti hann seg úr hesum størvum og tók seg aftur til borg sína og fór at skriva sínar persónligu hugleiðingar, sum hann kallaði essay. Við hesum skapti Montaigne eitt nýtt tekstslag.

Enn, eftir 400 árum, er ríka verkið hjá Montaigne tíðarbærur og umráðandi lesnaður.

Hetta er átjanda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Bókin er 423 blaðsíður.