Ongi úrslit

Misti koyrikortið á staðnum

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar i Eysturoynni, og serliga varð tað dýrt hjá einum bilførara, sum koyrdi alt ov skjótt.

Í Saltangará koyrdi ein bilur 71 kilometrar um tíman, har tað annars er  loyvt at koyra 50, og tað gevur honum eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót.

Fuglafjarðavegnum, har tað er loyvi at koyra 80, koyrdi ein 101, og tað fær hann klipp í koyrikortið fyri. Koyrdi hann ein kilometur meir, hevði hann mist tað, so hann lá akkurát á markinum.

Men á sama strekkið varð eisini ein tikin fyri at koyra alt ov skjótt, hann koyrdi 132 kilometrar um tíman. so hann misti koyrikortið á staðnum.

Í slíkum førum mugu bilførarar lata bilin standa og sleppa til hús upp á onkran annan máta - men onkuntíð letur løgreglan tey sleppa at koyra til hús, og so verður bilurin settur.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46